Nú er nakað síðani, at Føroya Bjór í Klaksvík tók yvir framleiðsluna av Sisu-sodavatninum, sum var eitt av vørumerkjunum hjá Restorrfs Bryggjaríi í Havn.
- Vit mettu, at var ein røtt avgert at steðga framleiðsluni av sodavatni, hóast nógv siga, at Restorffs er besta sodavatnið í Føroyum.
- Óhugsandi er ikki at ein ávís framleiðsla verður tikin upp aftur seinni, tí øll framleiðslutólini eru tøk, verður sagt.
Bryggjaríið konsentrerar seg nú um framleiðsluna av øli. Nú sodavatnið ikki tekur pláss, verður skjótt ein nýggj og meiri kundavinarlig sølubúð gjørd.
Annars eru í ár liðin 155 ár síðani Restorffs Bryggjarí byrjaði, og er ætlanin at hátíðarhalda henda dagin við einum størri tiltaki um ein mánað.
Meiri sjónligt
Síðan bryggjaríið gavst við sodavatninum er sølan av øli munandi vaksin. Felagið hevur í løtuni sølustøð á Sandi, Vági og Tvøroyri og eisini har er sølan nøktandi. Restorffs fer framyvir eisni at gerast meira sjónligt á Tvøroyri.
- Vit ætla at venja fólk við, at vit altíð hava nýtappað, frískt øl á goymslu. Og júst sum man keypir kjøt frá slaktaranum, keypir man øl á bryggjarínum.
- Okkara øl er økologiskt og ongi kemisk evni verða tilsett. Júst sum feskur fiskur, er nýtt øl allarbest. Gullølið selur best, men MUNGÁT og VARGUR eru í støðugum vøkstri. Fleiri og fleiri ung keypa eisini TARVIN, verður sagt.
Ætlanin er somuleiðis at koma við einum Classic øli, eins og ein onnur og størri ølfløska fer at koma á marknaðinum. Henda fer helst at taka dystin upp við fríggjadagsvínfløskuna.
Nýggja tappilinju
Ætlanin er at nútímansgera bryggjaríð og at keypa eina nýggja tappilinju.
Hetta er ein munandi íløga og verður hugt at íleggjarum at koma uppí felagið. Eisini okkurt útlendskt bryggjarí hevur sýnt áhuga fyri samstarvi.
- Felagið harmast um at ikki er loyvt at lýsa í bløðunum við framleiðslunum og at Vinnimálastýrið onki ger við at loyva at bryggja sterkari enn 5,8 %, verður sagt.
Felagið fer framyvir miðvíst at økja áhugan fyri føroyskum øli. Tí, sum teir halda uppá: Øl notið við máta er gott, og er eisini gott fyri heilsuna.