Tær sita so fittar hesar átta ungu dámurnar úr Klaksvík og Haraldssundi og hava handarbeiði.
Tær ganga vanliga í Ósáskúlanum, men orsakað av plásstroti er undirvísingin í hesi lærugreinini flutt í eini grannahús.
Júst hetta tykist ikki nerva tær stórvegis. Tað tykist sum tær hugna sær óført.
Men hetta forðar teimum kortini ikki í at hava eina meining um tingini í hesum førinum, um ætlaðu útbyggingina av teirra skúla og stóra grannaskúlanum omanfyri.
Tað er alt í lagi at tosa um hesa útbyggingina, men tað hava teir gjørt so leingi. Vit hoyrdu um hetta, tá vit fóru í 1. flokk og enn er einki hent, siga hesir átta næmingarnir í 9. flokki - Barbara, Sylvia, Hanna, Bjørg, Rannvá, Bjarta, Ingvør og Bettina.
Tær hava nógv góð ynski at seta fram fyri myndugleikarnar í hesum sambandi, m.a. at fáa eina góða kantinu og eina felags framhaldsdeild.
Og ein góður hugnakrókur hoyrir væl eisini til ein nútímans skúla, siga tær átta við ein munn.
Tekur sína tíð
Í seinastuni hevur nógv tos verið um ætlaðu skúlaútbyggingina í Klaksvík.
Henda útbyggingin hevur verið havd á lofti á politiskum støði og ikki minst hjá teimum ið varða av skúlunum í býnum.
Á fundi í farna mánaði varð kunnað um hesar útbyggingingar, sum koma at kosta mangar 10-tals milliónir í mong ár framyvir.
Hóast upphæddin man tykjast stór, so er lítil ivi um, at hetta er avgjørt neyðugt at fara undir, og tað á báðum skúlunum.
Hetta sama eru hesar átta dámurnar úr Klaksvík eisini samdar í.
Henda útbyggingin verður so ikki liðug, meðan vit ganga í skúla. Tað fáa vit sjálvar ikki gjørt so øgiliga nógv við.
Men, tað er eingin ivi um, at tað hevur skund at fáa hetta gjørt, siga tær átta.
Ov fáar teldur
Hesar átta gløggu dámurnar hava ikki beinleiðis nakra ávirkan á, hvussu tann endaliga útbyggingin verður framd.
Hetta forðar teimum kortini ikki í at hava eina hugsan um hetta mál. Og tær hava eisini fleiri hugskot til, hvussu hetta kann verða framt í verki, til gagns fyri komandi næmingar.
Tað eru nógv ting, sum mangla í skúlanum í dag, siga tær.
Millum hesi eru somu evni, sum tann politiski myndugleikin hevur havt frammi: Fleiri stovur, betri køk, handarbeiðsstovu, kafeteria og mangt annað.
Og skal ein hugsa um framtíðina, so er eisini neyðugt at verða væl fyri á tí tøkniliga økinum, - herundir í undirvísingini við teldum.
Tað eru alt ov fáar teldur í okkara skúla! Í fyrsta lagi eru bara 10 teldur, og so eru tær allar rættiliga gamlar.
Tá er betri á hinum skúlanum. Har hava tey nógv fleiri teldur, og so eru tær eisini nógv nýggjari og betri, siga tær.
Betri bøkur
At Klaksvíkar kommuna nú hevur sett sær fyri at loysa hetta álvarsmálið, fegnast hesar ungu dámurnar um.
Umframt ynskini omanfyri, so hava tær eitt stórt ynski um at fáa eitt veruligt tónleikarúm og ein ordiliga góðan hugnakrók við øllum tí, sum hartil hoyrir.
Eitt annað mál, sum tær kundu hugsað sær var ein góð kantina á skúlanum.
Men tað eru tó ikki bert hesar ytru rammurnar, sum tær átta hugsa um. Tær hugsa eisini um innihaldið í skúlanum.
Samstundis við skúlaútbyggingina ella helst beinanvegin er neyðugt at næmingarnir fáa og hava tær bestu skúlabøkurnar.
Á henda hátt kunnu vit fáa ein goðan skúla, siga tær.
1000 ár aftrat
Tá ein skal fara undir slíka bygging, so er neyðugt at alt er fyrireikað so væl sum tilber. Eisini hvussu eitt slíkt prosjekt byrjar og endar.
Fyri hesar átta dámurnar hevur tað skund at fáa hetta málið framt. Hetta er eitt gamalt mál, sum átti at verða loyst fyri langari tíð síðani.
Tey tosaðu um hetta tá vit fóru í 1. flokk fyri nógvum aarum síðani. Enn er einki hent.
Kanska ætla teir at bíða í 1000 ár aftrat, siga tær átta gløggu dámurnar í 9. flokki í Ósáskúlanum.
Stuttligt við teim flatu viðingunum
Ætlanin er at báðir skúlarnir skulu fáa eina hóskandi dagføring.
Í løtuni hava báðir skúlarnir hvør sína framhaldsdeild, og soleiðis kemur helst eisini at verða í framtíðini.
Men hetta halda tær átta ikki so nógv um: Tær ynskja at ein einstakur skúlagarður varð gjørdur sum ein felagsgarður fyri báðar skúlarnar.
Sum er hava tær í Ósáskúlanum ein lítlan garð aftanfyri skúlan at nýta í fríkorterunum. Men hetta er ikki nóg mikið.
Teirra ynski er at fáa ein størri garð, har allir teir eldru næmingarnir úr báðum skúlunum kunnu vera saman hesar løturnar. Ella hví ikki bara sláa báðar framhaldsdeildirnar saman í eina?!
Í dag eru næmingarnir hvør sær, og tað halda tær átta vera stórt spell, tí so kemur ein ikki altíð so nógv í samband við hinar næmingarnar.
Millum næmingarnar á Ziskatrøðni eru næmingarnir norðanfyri tað vil m.a. siga úr Hvannasundi og Viðareiði.
Tað hevði verið ordiliga cool við eini felags framhaldsdeild. So komu vit eisini betri at kenna viðingarnar og sundafólkini.
Tey eru so herlig har norðuri. Tað er so skeg at hoyra viðingarnar við teirra flata máli, sigur ein teirra, og allar hinar sjey bresta út úr at flenna.