Hví fert tú / fert tú ikki á ólavsøku?
Ólavsøkan hevur stóran týdning fyri meg, og sum útiseti geri eg summarfrítíðarætlanir eftir ólavsøkuni – eg eri altíð heima tá. Ólavsøka er eitt fantastiskt høvi at heilsa upp á vinir, familju og kenningar, sum ein ikki hevur sæð leingi.
Hvussu heldur tú ólavsøkuna?
Av føstum traditiónum er setanin, kappróður, kappríðing og midnáttarsangur, umframt nátturðar hjá familju og vinfólki. Í ár ætli eg mær eisini til skrúðgonguna ólavsøkudag – tað hevur gingið heldur striltið at komið upp til tað undanfarin ár :)
Hvat eigur ein at fara til á ólavsøku?
Midnáttarsangin.
Hvat kundi verið øðrvísi á ólavsøku?
”At ganga oman og niðan” er ikki tað sama nú sum fyrr, nú alt er flutt oman í Vágsbotn og Skálatrøð.

- Altíð heima á ólavsøku

