Fiskivinna Tá ið skipini, Nornagestur og Kolumbus, sum vóru heimahoyrandi í Sandoynni, vórðu seld til Vestmannar fyrr í heyst, tók ivi seg upp um, hvørt virkini hjá Sandoy Seafood nú fóru at noyðast at [...] Sandoy Seafood, segði hann. Síðan eigaraskiftið, hava Nornagestur og Kolumbus lagt veiðina upp í Sandoynni, og hetta fegnast stjórin saman við sandoyingum um. - Jú, vit hava gott samstarv við nýggju eigararnar [...] spurningur um prís, tí stór kapping er um rávøruna. Tað er ikki soleiðis, at skipini bara landa í Sandoynni og so tosa vit um prísin aftaná. Soleiðis gongur tað ikki fyri seg, sigur hann. Andreas F. Hansen
tølini frá Arbeiðsloysisskipanini vísa, at flest arbeiðsleys vóru í høvuðsstaðarøkinum og fægst í Sandoynni. Sambært ALS eru í morgun skrásett í alt 1705 arbeiðsleys kring alt landið 861 kvinnur og 844 [...] HVAR tey arbeiðsleysu eru, er støðan greið: 637 arbeiðsleys eru í Suðurstreymoy og einans 50 í Sandoynni. Í hinum oyggjunum er talið av teimum sum taka ímóti arbeiðsloysisstuðli hetta: Eysturoy 365 Norðoyar
Seafood í Skopun. Ólavur Gregersen stjóri á TK-stovuni hevur framløgu undir heitinum. »Vinnumenning á Sandoynni ? eisini ábyrgdin hjá tí einstaka« Skráin fyri fundin verður annars henda: 1. Um TK Stovuna 2. Vinnurák [...] Vinnurák framyvir við atliti til framleiðslu, fígging, samstarv, leiðslu og marknað 3. Vinnumenning á Sandoynni ? møguleikar sæð uttanífrá 4. Hvat halda sandoyingar ? sjónarmið og kjak 5. Samandráttur
hugt eftir hvørum øki sær, er nógv tann størsta minkingin í fólkatalinum, í Sandoynni. Hetta seinasta árið er fólkatalið í Sandoynni minkað 1,5 prosent, úr 1.305 fólkum tann fyrsta november í 2012, niður í [...] tað í ár, at fólkatalið í Sandoy fór niður um 1.300 fólk. Hetta er eitt vandamál, politikarar í Sandoynni hava borið upp á mál ferð eftir ferð og seinast, hetta varð umrøtt, var tá ið Løgtingið viðgjørdi [...] nil. Og at fólkatalið er nógv minkað í Sandoy, er ikki yvir at dylja. Í 1985 búðu 1.682 fólk í Sandoynni, men nú er fólkatalið minkað niður í 1.286 fólk. Tað er ein fólkaminking upp á 396 fólk, ella heili
Í morgun hava umboð fyri kommunurnar í Sandoynni verið í landssýrinum við eini útgreining av, hvussu Sandoyartunnil kann fíggjast. Nevndir eru tveir møguleikar, og teir eru settir upp móti, hvat verandi [...] vlja flyta kjakið burtur frá, at tað bara snýr seg um at blaka 800 mió. krónur eftir 1400 fólkum í Sandoynni, sigur Brandur Sandoy.
Næsta ár skal Fróðskaparsetur Føroya eisini hava undirvísing í Sandoynni. Tað hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, nú greitt fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, í sambandi við at Løgtingið viðger [...] háskúla í Sandoy næsta ár. Tað verður felagið, Veltan, sum stendur fyri tí. Veltan er eitt felag í Sandoynni fyri fólk, sum dyrka grønmeti og annars hava ymsar heimavirkaðar matvørur at selja. Sostatt er játtanin [...] eina útbúgving í list á stovn, og eftir ætlan skal ein partur av undirvísingini í list, verða í Sandoynni, sigur Rigmor Dam. Og á fíggjarlógini fyri næsta ár er ætlanin at seta eina millión av til tað endamálið
sum ætla sær at vitja í Sandoynni, ringja til kunningarstovuna at leita sær kunning. Aftur í ár verður hetta ein møguleiki, tí nú várið nærkast, eru bindiáhugaðar konur í Sandoynni aftur farnar at rigga [...] eitt stuttligt innslag, gjørdist knappliga til eina av teimum størstu "turistattraktiónunum" í Sandoynni. Katrin Petersen, leiðari fyri Vakstrarætlanina Sandoy, sigur, at steinurin hevur verið væl vitjaður
Í síðstu viku vórðu skinnini, sum tikið er ímóti í Sandoynni í heyst, pakkað til keyparan, sum er felagið Oikos í Bø. Tað merkir, at øll hesi skinn, sum eru stívliga 3000 í tali, ikki eru farin í bingjurnar [...] í Bø hevur í fleiri ár keypt seyðaskinn kring um í Føroyum, og felagið hevur eisini havt menn í Sandoynni, sum hava tikið ímóti og saltað. Nú seyðafellið hevur verið stórt nógvastaðni, var ivaleyst væntandi [...] eru vorðnir harðast raktir, gjørdust krovini í hjallinum ikki eins mong í heyst sum onnur ár. Í Sandoynni eru umleið 7000 áseyðir, og her er so ein heilt fittur partur av skinnunum komin til høldar, soleiðis
19 hvalirnir, sum løgdu beinini í Húsavík seinnapartin í dag, verða býttir út til alt fólkið í Sandoynni, og allir partarnir verða eins. Sýslumaðurin legði aftrat, at teir føstu partarnir, sum plaga at [...] parturin hjá fólkinum verður tað størri. Tað eru nøkur ár síðan, at grind seinast legði beinini í Sandoynni, og tí eru fólk sjálvandi glað fyri at fáa nøkur kók. Sýslumaðurin heldur tað tó vera spell, at [...] Finnbogi Midjord, aftrat. Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sum er størsta kommuna í Sandoynni við 531 íbúgvum, sigur við In.fo í kvøld, at fólk í Sands kommunu nýtast einki at gera sjálvi fyri
Leygardagin var enn eitt harðskapsmál í Skopun. Sýslumaðurin á Sandoynni, Høgni í Dali, sigur, at hann fær ikki upplýst tað stóra í málinum. – Eg kann ikki siga annað enn, at maðurin hevur verið í gru [...] upplýsingum í málinum. Annar í hondjørnum – hin á børu Sosialurin hevur tosað við fleiri keldur í Sandoynni, og søgurnar, sum ganga eru fleiri. Vit fara at halda okkum frá at gita ella illgita um, hvat er [...] báðir brøðurnir yvir um fjørðin við sama túri – annar í hondjørnum og hin á børu. Sýslumaðurin á Sandoynni, Høgni í Dali, sigur at talan upprunaliga var um ákæru fyri grovan harðskap, men at talan, eftir