Í síðstu viku vórðu skinnini, sum tikið er ímóti í Sandoynni í heyst, pakkað til keyparan, sum er felagið Oikos í Bø. Tað merkir, at øll hesi skinn, sum eru stívliga 3000 í tali, ikki eru farin í bingjurnar og brend í Leirvík, men verða virkað til flottastu vørur.
Felagið Oikos í Bø hevur í fleiri ár keypt seyðaskinn kring um í Føroyum, og felagið hevur eisini havt menn í Sandoynni, sum hava tikið ímóti og saltað.
Nú seyðafellið hevur verið stórt nógvastaðni, var ivaleyst væntandi, at skinnini í ár ikki gjørdust eins mong og í fjør. Har bøndur eru vorðnir harðast raktir, gjørdust krovini í hjallinum ikki eins mong í heyst sum onnur ár.
Í Sandoynni eru umleið 7000 áseyðir, og her er so ein heilt fittur partur av skinnunum komin til høldar, soleiðis at Oikos nú kann senda tey av landinum til virkingar.
Tað er at fegnast um, at Oikos skipar fyri, at seyðaskinn, sum sjálvsagt er ein góð rávøra, koma til sættis, og tað er eisini at fegnast um, at fólk kring landið vilja taka sær tíð til at fáa hesa rávøru til høldar.