Vinnumenn-ing á Sandoynni


 

Sandoyar Sýslu Vinnuráð (SSV) skipar fyri vinnufundi Mánadagin hin 12 mars kl. 19.30 á virkinum hjá Sandoy Seafood í Skopun.

Ólavur Gregersen stjóri á TK-stovuni hevur framløgu undir heitinum.

»Vinnumenning á Sandoynni ? eisini ábyrgdin hjá tí einstaka«

Skráin fyri fundin verður annars henda:

1. Um TK Stovuna

2. Vinnurák framyvir við atliti til framleiðslu, fígging, samstarv, leiðslu og marknað

3. Vinnumenning á Sandoynni ? møguleikar sæð uttanífrá

4. Hvat halda sandoyingar ? sjónarmið og kjak

5. Samandráttur