Fiskivinna
Tá ið skipini, Nornagestur og Kolumbus, sum vóru heimahoyrandi í Sandoynni, vórðu seld til Vestmannar fyrr í heyst, tók ivi seg upp um, hvørt virkini hjá Sandoy Seafood nú fóru at noyðast at vera fiskin hjá hesum báðum skipum fyri uttran.
Men tað hevur ikki víst seg og orðini hjá virkisleiðaranum á Sandoy Seafood, Andreasi F. Hansen eftir eigaraskiftið, hava veruliga staðið sína roynd.
Andreas helt fyri, at eingin fær nakað fyri einki, og hugsandi er tí ikki, at Nornagestur og Kolumbus hava landað á Sandi seinastu árini bara tí, at sandoyingar áttu skipini.
- Úrslitini vísa, at tað hevur loyst seg hjá skipunum at landa veiðina til Sandoy Seafood, segði hann.
Síðan eigaraskiftið, hava Nornagestur og Kolumbus lagt veiðina upp í Sandoynni, og hetta fegnast stjórin saman við sandoyingum um.
- Jú, vit hava gott samstarv við nýggju eigararnar, eins og vit høvdu við teir gomlu. At fáa fatur á fiski í tíðum sum hesum, er altíð ein spurningur um prís, tí stór kapping er um rávøruna. Tað er ikki soleiðis, at skipini bara landa í Sandoynni og so tosa vit um prísin aftaná. Soleiðis gongur tað ikki fyri seg, sigur hann.
Andreas F. Hansen vísir á, at ein og hvør fiskakeypari noyðist hvørja ferð, ein søla er, at sannføra seljaran um, at tað loysir seg at koma við fiskinum.
Spurdur, um hann væntar, at skipini í framtíðini verða líka so dyggir stuðlar undir ráfiskatilgongdini hjá virkjunum í Sandoynni sum higartil, sigur hann:
- Soleingi, vit eru kappingarførir í prísi og tænastu, dugi eg ikki at síggja, hví góða samstarvið, vit hava við nýggju eigararar, ikki skal halda fram, sigur Andreas F. Hansen, virkisleiðari á Sandoy Seafood.