Fólkatalið í Sandoy minkað 23,5 prosent

Fólkatalið í Sandoy er rapað niðureftir seinastu árini

Fólkatalið í Sandoy er nógv minkað seinastu árini – og tað minkar skjótt.

 

Tað vísir ein skjót gjøgnumgongd av tølum frá Hagstovuni.

 

Tølini vísa, at hesi seinastu 28 árini, frá 1985, er fólkatalið í Sandoy minkað heili 23,5 prosent.

 

Fyri stuttum kom nýggj uppgerð yvir gongdina í fólkatalinum og hon vísir, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu gongdin er í fólkatalinum í teimum ymsu økjunum.

 

Hetta seinastu tíðina er fólkatalið í Føroyum sum heild, vaksið 147 fólk.

 

Størsti vøksturin er í høvuðstaðarøkinum, har fólkatalið er vaksið 1,3 prosent hetta seinasta árið.

 

Men tað loypir eisini í eyguni, at verður hugt eftir hvørum øki sær, er nógv tann størsta minkingin í fólkatalinum, í Sandoynni.

 

Hetta seinasta árið er fólkatalið í Sandoynni minkað 1,5 prosent, úr 1.305 fólkum  tann fyrsta november í 2012, niður í 1.286 fólk tann 31. oktober í fjør.

 

Sostatt var tað í ár, at fólkatalið í Sandoy fór niður um 1.300 fólk.

 

Hetta er eitt vandamál, politikarar í Sandoynni hava borið upp á mál ferð eftir ferð og seinast,  hetta varð umrøtt, var tá ið Løgtingið viðgjørdi eina ætlan um at lata almenna studning til at keypa frystan fisk uttanlands til virkingar í Føroyum.

 

Tá staðfesti Brandur Sandoy, at Sandoyggin var á veg ímóti eini katastrofu.

 

Nettupp fólkaminkingin er sterkasta grundgevingin hjá politikarum í Sandoy fyri at krevja undirsjóvartunnil.

 

Og at fólkatalið er nógv minkað í Sandoy, er ikki yvir at dylja.

 

Í 1985 búðu 1.682 fólk í Sandoynni, men nú er fólkatalið minkað niður í 1.286 fólk.

 

Tað er ein fólkaminking upp á 396 fólk, ella heili 23,5 prosent upp á 28 ár.

 

Ikki minst hevur tað gingið skjótt hesi seinastu árini.

 

Í 2005 búðu 1.405 fólk í Sandoy, men longu nú er tað altso minkað niður í 1.286 fólk, ella tilsamans 119 fólk.