Nýggjastu tølini frá Arbeiðsloysisskipanini vísa, at flest arbeiðsleys vóru í høvuðsstaðarøkinum og fægst í Sandoynni.
Sambært ALS eru í morgun skrásett í alt 1705 arbeiðsleys kring alt landið 861 kvinnur og 844 menn.
Um hugt verður eftir, HVAR tey arbeiðsleysu eru, er støðan greið: 637 arbeiðsleys eru í Suðurstreymoy og einans 50 í Sandoynni.
Í hinum oyggjunum er talið av teimum sum taka ímóti arbeiðsloysisstuðli hetta:
Eysturoy 365
Norðoyar 162
Norðurstreymoy 172
Sandoy 50
Suðuroy 210
Suðurstreymoy 637
Vágarnar 109











