Við In.fo í kvøld segði Finnbogi Midjord, sýslumaður, at teir 19 hvalirnir, sum løgdu beinini í Húsavík seinnapartin í dag, verða býttir út til alt fólkið í Sandoynni, og allir partarnir verða eins.
Sýslumaðurin legði aftrat, at teir føstu partarnir, sum plaga at verða lætnir syslumanni og grindaformonnum, ikki fara av hesuferð, soleiðis at parturin hjá fólkinum verður tað størri.
Tað eru nøkur ár síðan, at grind seinast legði beinini í Sandoynni, og tí eru fólk sjálvandi glað fyri at fáa nøkur kók. Sýslumaðurin heldur tað tó vera spell, at grindin hesaferð ikki var størri.
- Kommunurnar fáa fólk at skera upp og at koyra partarnar út til hvørt húski í oynni, legði sýslumaðurin, Finnbogi Midjord, aftrat.
Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sum er størsta kommuna í Sandoynni við 531 íbúgvum, sigur við In.fo í kvøld, at fólk í Sands kommunu nýtast einki at gera sjálvi fyri at fáa sínar grindapartar.
- Vit hava fólk frá kommununi at skera upp í kvøld. Síðan verður grindin býtt í 531 eins stórar partar, og í morgin verður hon so koyrd heilt til dyrnar hjá øllum, sum eiga part, sigur borgarstjórin í Sands kommunu.