- Og so ætla vit eisini at vitja tann bundna steinin!
Soleiðis ljóðar ofta, tá fólk, sum ætla sær at vitja í Sandoynni, ringja til kunningarstovuna at leita sær kunning. Aftur í ár verður hetta ein møguleiki, tí nú várið nærkast, eru bindiáhugaðar konur í Sandoynni aftur farnar at rigga steinin til - nú á triðja sinni.
Fyrstu ferð var í mei 2014 og tað, sum bert skuldi vera eitt stuttligt innslag, gjørdist knappliga til eina av teimum størstu "turistattraktiónunum" í Sandoynni.
Katrin Petersen, leiðari fyri Vakstrarætlanina Sandoy, sigur, at steinurin hevur verið væl vitjaður, og tað er ikki tann bindiklubbur, skúlaflokkur, ferðalag ella familja sum ikki eigur mynd, ið er tikin við steinin.
- Nógv arbeiði, men eisini nógvar stuttligar løtur liggja í arbeiðnum at binda upp á steinin og so leingi, sum konur tíma at binda, verður steinurin klæddur. Veður og vindur fara illa við tí bundna. Tískil er nóg mikið at gera um veturin við at hampa og skifta slitið út.
Katrin Petersen sigur, at tær, sum taka sær av tí bundna, eisini leggja seg eftir, at okkurt nýtt er at finna á hvørjum ári í litfagra steinklædninginum.











