fyri fimm árum síðani. Ta ferðina vann Argjabáturin seks tær fyrstu kappingarnar, men á Ólavsøku vann Kvívíkingur. Á Norðoyastevnu luttóku tríggir bátar. Talan var um høvuðsstaðaruppgerð: Argja Róðrarfelag [...] Kappróður Átta ferðir hevur 8-mannafarið borið FM heitið út um ánna. Men síðani 2004 hevur luturin hjá Argjabátinum verið í skugganum av øðrum úrmælingum. Trúfastir hava argjamenn luttikið, men Heiðabáturin [...] at ímynda sær, at tað skal bera til at finna annan meistara enn Argjabátin. Um gongdin og úrslitið á Norðoyastevnu skal nýtast sum barometur, so skal tað vera heilt undarligt, um FM heitið ikki fer at
Kappróður Eingin ivi er um tað. Argjabáturin vinnur FM í ár. Tað siga tølini, eftir at Argjabáturin á varmakeldu í Fuglafirði vann fyri fimtu ferð av fimm møguligum. Teir fimm sigrarnir hava borið 35 stig [...] báturin fær trý stig. Tað vil siga, at Argjabáturin eigur trygd fyri 41 stigum. Um alt skuldi vent á høvdið tvær tær síðstu ferðirnar, og Argjabáturin endaði aftast, og Ørvur vann, so hevði stigatalið [...] hanga uppií, og tað eydnaðist fyrsta lítla helmingin av 1500 metra teininum. Men so slitnaði sundur, og á málinum var munurin næstan so stórur, sum hann hevur verið undanfarnu ferðirnar.
gentukappingini, nú tað resta tríggjar kappingar. Við sigrinum á Jóansøku lyfti Sílið sær upp á 21 stig. Blikur, sum hevur verið fremstur, er framvegis á odda, men tær megnaðu bara fjórða plássið í Jóansøkuróðrinum [...] Sjey stig fekk Sílið, sum gekk sera væl á síðstu metrunum. Sílagenturnar vóru ein stóran hálvan skut frammanfyri hinar á málinum. Við bæði gull og silvur krónum á Jóansøkuni staðfestu gentubátarnir hjá [...] munurin frá Bliki og aftur til tær á Sílinum bara er eitt stig, og harvið er kappingin púra opin. Stóran part av 1000 metra teininum vóru tað teir fýra bátarnir, sum endaðu á fýra teimum fremstu plássunum,
gentunum á Bliki skrivað eina klagu til RSF, har vit vísa á okkara ónøgd við tað reyða kortið, ið genturnar fingu eftir róðurin á jóansøku fyri at stýra skeivt. Høvuðsdómarin gav róðurskvinnuni á Bliki boð [...] Á Jóansøku fingu gentumanningarnar á Bliki og Spógvanum reytt kort fyri at fara av egnum róðrarøki undir róðrinum. Bátarnir komu annars á mál sum ávíkavist nummar trý og fýra. Kolldømingarnar hava við [...] ynskir, at gentumanningin á Bliki fær triðjaplássið aftur og tey tilhoyrandi stig, sum tær uppoborðið róðu seg til. Umframt hetta greiður Anna Katrina Larsen eisini frá, at manningin á Bliki bað høvuðsdómaran
umframt Argjabátin – eisini høvdu mannað Árnfirðing. Á Skála gingu tað nítjan sekund frá tí, at Argjabáturin fór um málið, og inntil Árnfirðingur kom á mál. Í Kollafirði var munurin tódnaður niður í níggju [...] Kappróður Tað er óneyðugt at endurtaka, at talan er ikki um kapping um FM heitið. Argjabáturin hevur higartil vunnið allar róðrarnar, og okkurt heilt merkisvert skal koma fyri, um Argjabáturin ikki fer
vunnu á Norðoyasetnvu og Ólavsøku. Teir gjørdust meistarar, og vit minnast aftur á, at vit taptu FM heitið við einum tveimum sentimetrum, tá ið vit kappaðust í Hósvík. Høgni Jacobsen minnist aftur á, hvussu [...] hvussu nógv vit vóru frammanfyri. Eg haldi, at vit kunnu siga, at vit vunnu upp á ein góðan endaspurt, sigur Høgni Jacobsen. Á málinum var Argjabáturin eina bátslongd frammanfyri Nevið Reyða, og Nevið var [...] kappast við okkum, enn teir vóru á Norðoyastevnu, sigur Høgni Jacobsen, sum eisini sigur seg rokna við, at Ørvur, ið hevur nýggja manning, man fara at koma fyri seg. Umborð á Argjabátinum eru fýra nýggir,
Manningin á Nevinum Reyða er í ferð við at gera spádómarnar um, at ongin fer at taka Argjabátin til skammar. Fyrst góvu teir Argjabátinum harða kapping á Jóansøku í Vági og aftur á Fjarðastevnu var tað [...] arar. Komandi vikuskifti verður kappróður í Sørvági, og tá fara áttamannaførini aftur at rógva á 1.500 metrum fyri seinastu ferð í ár. Um tað fer at broyta nakað upp á úrslitini, kann bara tíðin vísa. [...] Teir tóku seg longur og longur fram, og beint áðrenn endaspurtin vóru teir meira enn hálva bátslongd á odda. Hetta helt tó ikki til endan, tí í teimum allarseinastu tøkunum, fór reyði báturin av Argjum framum
Í dag var triði FM róðurin, og eisini á jóansøku var Argjabáturin fremstur. Harvið hevur hann vunnið allar tríggjar FM róðrarnar í ár, og hann er stórfavorittur á ólavsøku at vinna enn eitt FM heiti. [...] bátarnar kundi kanska bent á, at talan kann fara at verða um spenning næstu ferðirnar. Men tað er ilt at spáa um, tí eingin ivi var um, at argjamenn heilt og fult høvdu tak á kappingini, hóast teir ikki [...] um. Argjabáturin var fremstur allan 1000 metra teinin, men talan varð ikki um, at Argjabáturin kom á mál fleiri bátslongdir undan hinum bátunum, soleiðis sum tað onkuntíð hevur verið. Knørrur og Heiðabáturin
argjamenn fylgdust norður aftur, eftir at teir høvdu kappast á Jóansøku í Vági, var tað einki – púrt einki – sum bendi á, at Kvívíkingur á Ólavsøku ikki skuldi taka ímóti gullkrónunum sum tekin um, at [...] løtu var frammanfyri Kvívíking. Á málinum var hálvur stavnurin á bláa Kvívíkingi frammanfyri hvíta stavnin á Fríggjaranum, meðan Árnfirðingur fyri fimtu ferð í ár endaði á fjórða plássi. Hinar báðar ferðirnar [...] trý. Argjabáturin endurvann FM heitið, hóast hann bara vann tríggjar ferðir, og hóast hann á Eystanstevnu endaði á triðja plássi. Kappingarárið hjá kvívíkingum endaði ikki soleiðis,sum tað sá út til, at
Kappróður Eingin tykist at skula skala Argjabátin. Á Skálafjørðinum síðsta leygardag var hann meiri sannførandi vinnari, enn hann var í Klaksvík næstsíðsta leygardag. Á Norðoyastevnu var Nevið Reyða næstfremst [...] og aftur til Nevið Reyða, sum altso endaði á triðja plássinum. Tað hevur verið tosað um, at Kvívíkingur fór væl seinni undir venjingarnar, enn teir umborð á Argjabátinum fóru, og at hetta kanska fór at [...] gjørdist størri, og á málinum var Argjabáturin meiri enn leysur av Kvívíkinginum. Ørvur er mannaður av nýggjum, eftir at fleiri teirra, sum vóru við í fjør, nú eru farnir umborð á Hoyvíkingin. Ørvur hekk