Kappróður
Átta ferðir hevur 8-mannafarið borið FM heitið út um ánna. Men síðani 2004 hevur luturin hjá Argjabátinum verið í skugganum av øðrum úrmælingum. Trúfastir hava argjamenn luttikið, men Heiðabáturin, Knørrur og Nevið Reyða hava verið meistarar.
Tað eru framvegis seks FM kappingar og harvið 42 stig eftir at rógva um, áðrenn FM steypini fara at verða handað ólavsøkuaftan. Men kortini skal tað meiri enn vanligt hugflog til at ímynda sær, at tað skal bera til at finna annan meistara enn Argjabátin.
Um gongdin og úrslitið á Norðoyastevnu skal nýtast sum barometur, so skal tað vera heilt undarligt, um FM heitið ikki fer at verða vunnið uppaftur meiri sannførandi, enn tað var fyri fimm árum síðani.
Ta ferðina vann Argjabáturin seks tær fyrstu kappingarnar, men á Ólavsøku vann Kvívíkingur.
Á Norðoyastevnu luttóku tríggir bátar. Talan var um høvuðsstaðaruppgerð: Argja Róðrarfelag, Havnar Róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur.
Talan var ikki um kapprógving soleiðis at skilja, at bátarnir kappaðust ímóti hvørjum øðrum. Heldur var tað soleiðis, at Argjabáturin kappaðist ímóti sær sjálvum.
Argjabáturin kann gerast besti báturin av øllum í ár. At vinna tann heiðurin er avbjóðing í sær sjálvum. Undir øllum umstøðum ber illa til at ímynda sær, at Argjabáturin skal fáa aðra kapping enn hana, sum teir umborð sjálvir hava hugflog at leita upp.