Argir og Havnin stavn um stavn

At tað ikki eydnaðist Bliki at fáa meiri enn trý stig, meðan Sílið sum tepur vinnari fekk fult hevur við sær, at tað er púra opið í FM kappingini millum Havnina og Argir

Argir 22 og Havnin 21. Soleiðis er støðan í gentukappingini, nú tað resta tríggjar kappingar. Við sigrinum á Jóansøku lyfti Sílið sær upp á 21 stig. Blikur, sum hevur verið fremstur, er framvegis á odda, men tær megnaðu bara fjórða plássið í Jóansøkuróðrinum, og tað hevur við sær, at munurin frá Bliki og aftur til tær á Sílinum bara er eitt stig, og harvið er kappingin púra opin.
Stóran part av 1000 metra teininum vóru tað teir fýra bátarnir, sum endaðu á fýra teimum fremstu plássunum, sum lógu rættuliga tættir á odda. Havnar Róðrarfelag átti tveir av fremstu bátunum. Drekin kappaðist leingi við Havfrúnna, og hesir báðir bátarnir vóru so tættir, tá ið teir fóru um málið, at tað á upptøkunum ikki bar til at siga hvør var frammanfyri av teimum. Tí fingu báðir bátarnir fimm stig.
Sjey stig fekk Sílið, sum gekk sera væl á síðstu metrunum. Sílagenturnar vóru ein stóran hálvan skut frammanfyri hinar á málinum.
Við bæði gull og silvur krónum á Jóansøkuni staðfestu gentubátarnir hjá Havnar Róðrarfelag, at tað stendur væl til hjá teimum. Um tær skulu vinna FM er kortini ikki heilt víst. Tað verður Blikur av Argjum eisini við til at gera av. Hesa ferð høvdu argjagenturnar ikki marginalirnar á síðani síðu. Tær vóru eina bátslongd aftanfyri vinnarabátin, men tað bar bara fjórða plássið og harvið trý stig við sær.