Argja Róðrarfelag kærir reyða kortið

- Vit í nevndini hava saman við gentunum á Bliki skrivað eina klagu til RSF, har vit vísa á okkara ónøgd við reyða kortið, ið genturnar fingu eftir róðurin á jóansøku fyri at stýra skeivt, sigur forkvinnan í Argja Róðrarfelag, Anna Katrina Larsen

Á Jóansøku fingu gentumanningarnar á Bliki og Spógvanum reytt kort fyri at fara av egnum róðrarøki undir róðrinum. Bátarnir komu annars á mál sum ávíkavist nummar trý og fýra. Kolldømingarnar hava við sær, at bátarnir missa stigini, sum teir annars høvdu fingið fyri róðurin. In.fo hevur spurt forkvinnuna í Argja Róðrarfelag, Annu Katrinu Larsen, hví Argja Róðrarfelag kærir reyða kortið.

 

- Vit í nevndini hava saman við gentunum á Bliki skrivað eina klagu til RSF, har vit vísa á okkara ónøgd við tað reyða kortið, ið genturnar fingu eftir róðurin á jóansøku fyri at stýra skeivt. Høvuðsdómarin gav róðurskvinnuni á Bliki boð um at stýra í annað borðið, men av tí, at Blikur varð kroystar ímillum Spógvan og Jallin, hevði hon ikki møguleika at gera eftir boðum.

 

- Óansæð, um róðurskvinnan stýrdi í stýri- ella bakborð, hevði tað ført til ein samanstoyt. Tískil noyddist róðurskvinnan at stýra, sum hon gjørdi, fyri at bátarnir ikki skuldu renna saman, sigur Anna Katrina Larsen.

 

Sambært grein 7 í viðtøkunum hjá RSF um ávaringarskipan stendur soleiðis um reyð kort:

Reyð kort verða givin:

1.Um róðrarbátur við vilja ella av grovum ósketni, undir róðri fer av róðrarøki sínum og inn á økið hjá ørðum róðrarbáti, og órógvar kappingarneytan/ar. (Brot úr grein 7)

 

Anna Katrina Larsen metir ikki, at stýringin hjá Bliki kemur undir hesar treytir.

 

- Blikur fór ikki av róðrarøki sínum við vilja ella av grovum ósketni. Blikur var kroystar millum tveir bátar. Tískil eru ikki treytir fyri at geva reytt kort. Nevndin í Argja Róðrarfelag ynskir, at gentumanningin á Bliki fær triðjaplássið aftur og tey tilhoyrandi stig, sum tær uppoborðið róðu seg til.

 

Umframt hetta greiður Anna Katrina Larsen eisini frá, at manningin á Bliki bað høvuðsdómaran um at fáa eina grundaða frágreiðing um hendingina, men tað fekk manningin ikki.

 

- Hann (høvuðsdómarin, red) lurtaði als ikki eftir teirra viðmerkingum. Han meira ella minni flenti eftir teimum, og tær kendu seg sera illa viðfarnar,

 

sigur Anna Katrina Larsen at enda.