Argjabáturin aftur á beint

Eftir at teir ongan róður vunnu í fjør og ikki hava verið meistarar síðani í 2000, tykist tað nú sum um, at Argjabáturin rættuliga er um at koma fyri seg aftur

Kappróður

Flaggskipið hjá Argja Róðrarfelag er Argjabáturin. Tað er eingin ivi um tað. Í níti árnum vann Argjabáturin glæsiligar sigrar. Frá 1991 og fram til og við 2000 vóru teir sjey ferðir meistarar. Síðani hevur tað verið soltnari. Í fjør var Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag einaráðandi, meðan Argjabáturin kappaðist við Kvívíking um næstfremsta plássið.
Men nú tykist tað vera møguleiki fyri, at Argjabáturin rættuliga skal koma fyri seg aftur.
- Kappingarárið er langt, og tað kann so mangt henda, áðrenn ólavsøkuróðurin er av. Ofta er tað tepurt. Tað sóu vit í 2002. Tá kappaðust vit við Kvívíking um FM heitið. Vit vunnu á Norðoyasetnvu og Ólavsøku. Teir gjørdust meistarar, og vit minnast aftur á, at vit taptu FM heitið við einum tveimum sentimetrum, tá ið vit kappaðust í Hósvík.
Høgni Jacobsen minnist aftur á, hvussu tað hevur gingið undanfarnu árini. Hann er bátsformaður umborð á Argjabátinum, sum hann hevur verið við til at manna síðani í 2002. Í 2001 róði hann við Nevinum Reyða í Klaskvík, sum var spildurnýtt og vann FM heitið fyri higartil einastu ferð.
- Tað kennist hugaligt hjá okkum, nú vit vunnu fyrsta róðurin. Men kappingin var stór, og tað er heilt greitt, at eingin fer at koma sovandi til nakað FM heiti. Men vit fara at gera okkara besta.
Argjabáturin lá vestastur í Klaksvík. Tað var eitt sindur torført hjá teimum at fylgja við í, hvussu tað gekk inneftir, tí hinir lógu allir væl eystari á. Nevið Reyða, sum teir leingi kappaðust við, var eystastur av øllum.
- Kvívíkingur var frammanfyri okkum, inntil tað restaðu einir fýra hundrað metrar. Vit høvdu eina hóming av, at tað var rættuliga tætt millum okkum og Nevið Reyða. Men vit vóru ikki greiðir yvir, um vit vóru frammanfyri teir, ella hvussu nógv vit vóru frammanfyri. Eg haldi, at vit kunnu siga, at vit vunnu upp á ein góðan endaspurt, sigur Høgni Jacobsen.
Á málinum var Argjabáturin eina bátslongd frammanfyri Nevið Reyða, og Nevið var eina stóra hálva bátslongd frammanfyri Kvívíkingin.

Kann gerast betri
Hvat roknar tú við í næstu kappingunum?
- At tað verður spennandi og tætt. Eg haldi ikki, at vit róðu so væl, sum eg haldi, at vit eiga at megna. Men eg rokni eisini við, at hinir bátarnir fara at verða betri fyri, enn teir voru hesa ferð. Eg veit, at teir umborð á Kvívíkingi ikki fóru í bátin fyrrenn Flaggdagin, og at teir ikki høvdu vant nakað serligt, áðrenn teir fóru í bátin. Vit hava vant nógv longri enn so. Tí rokni eg bara við, at teir fara at verða betri førir fyri at kappast við okkum, enn teir vóru á Norðoyastevnu, sigur Høgni Jacobsen, sum eisini sigur seg rokna við, at Ørvur, ið hevur nýggja manning, man fara at koma fyri seg.
Umborð á Argjabátinum eru fýra nýggir, tá ið sammett verður við í fjør, og í ár sita bara tveir á sama plássi, sum teir gjørdu í fjør. Nýggju menninir eru kortini ikki púra nýggir í kappróðri. Merkisvert er tað eisini, at fleiri av teimum, sum luttóku á Oyggjaleikunum í fjør, nú eru við til at manna Argjabátin.
Manningin er henda: Uni Gullfoss, Høgni Midjord, Høgni Jacobsen, Jóhan Mouritsen, Gudmundur Joensen, Eyvind Akraberg Hansen, Gutti Harryson, Jóhannes Olsen og Ken Zachariassen.

Áttamannafør
1Argjabáturin7:44:11
2Nevið Reyða7:47:16
3Kvívíkingur7:49:02
4Ørvur7:52:00
5Knørrur7:55:02