Argjabáturin koppaði øllum á

8-mannafør Hóast Kvívíkingur vann fýra av sjey róðrum í ár, so eydnaðist tað argjamonnum við sigrinum á Ólavsøku at endurvinna FM heitið

Tá ið kvívíkingar og argjamenn fylgdust norður aftur, eftir at teir høvdu kappast á Jóansøku í Vági, var tað einki – púrt einki – sum bendi á, at Kvívíkingur á Ólavsøku ikki skuldi taka ímóti gullkrónunum sum tekin um, at kvívíkingar høvdu vunnið meistaraheitið.
Soleiðis gekk tað ikki. Eftir ólavsøkuróðurin vísti stigatalvan 44 stig til Kvívíkingin og 44 stig til Argjabátin. Tá ið tað stendur á jøvnum siga reglurnar, at tann báturin, sum var stinnari í ólav­søkuróðrinum, er meistari, og í tí kappingini var eingin ivi:
Argjabáturin stakk seg beinan­vegin framum hinar bátarnar, og Argjabáturin var fremstur alla tíðina. Á málinum var hann eina hálva bátslongd frammanfyri Kvívíking.
Kvívíkingar fingu betri start hesa ferð, enn teir hava fingið sein­astu ferðirnar, men tað var ikki kappingina um fremsta pláss­ið, sum Kvívíkingur fram við Mol­anum vóru noyddir at savna seg um. Heldur var tað um næst­fremsta plássið, har Fríggjarin eina løtu var frammanfyri Kví­víking.
Á málinum var hálvur stavnurin á bláa Kvívíkingi frammanfyri hvíta stavnin á Fríggjaranum, með­an Árnfirðingur fyri fimtu ferð í ár endaði á fjórða plássi. Hinar báðar ferðirnar var hann numm­ar trý.
Argjabáturin endurvann FM heitið, hóast hann bara vann tríggjar ferðir, og hóast hann á Eystan­stevnu endaði á triðja plássi.
Kappingarárið hjá kvívíkingum endaði ikki soleiðis,sum tað sá út til, at tað skuldi gera, tá ið fýra av sjey kappingum vóru av­greiddar. Samstundis sum Argjabáturin rættuliga kom fyri seg, so kostaði tað kvívíkingum gull­krón­urnar, at teir bæði á Fjarða­stevnu og Vestanstevnu komu á mál aftanfyri bæði Argja­bátin og Fríggjaran, sum so rudduliga vann kappingina um bronsukrónurnar, men hesa ferð akkurát ikki megnaði at halda tørn um næstfremsta plássið, ið hann hevði vunnið tvær tær undan­farnu ferðirnar.
Vertirnir vóru blíðir, tí Ørvur og Knørrur fylgdu øllum hinum til dørs!

1 Argjabáturin 04:13.03
2 Kvívíkingur 04:15.05
3 Fríggjarin 04:15.08
4 Árnfirðingur 04:17.11
5 Ørvur 04:25.06
6 Knørrur 04:26.02

Endaliga støðan
1 Argjabáturin (FM vinnari) 44
2 Kvívíkingur 44
3 Fríggjarin 36
4 Árnfirðingur 30
5 Ørvur 18
6 Knørrur 17