Kappróður
Tað er óneyðugt at endurtaka, at talan er ikki um kapping um FM heitið. Argjabáturin hevur higartil vunnið allar róðrarnar, og okkurt heilt merkisvert skal koma fyri, um Argjabáturin ikki fer at vinna allar sjey FM róðrarnar.
Eftir fjarðastevnuna varð nevnt, at argjamenn – umframt Argjabátin – eisini høvdu mannað Árnfirðing. Á Skála gingu tað nítjan sekund frá tí, at Argjabáturin fór um málið, og inntil Árnfirðingur kom á mál.
Í Kollafirði var munurin tódnaður niður í níggju sekund. At Árnfirðingur rættiliga skal bjóða av í kappingini um fremsta plássið tykist óhugsandi, og undir øllum umstøðum fer eingin sigur heim um ánna. Ørvur og Knørrur eru við, men teir eru ikki við í kappingini um fremsta plássið.










