Argjabáturin fekk harða kapping

Manningin á Nevinum Reyða er í ferð við at gera spádómarnar um, at ongin fer at taka Argjabátin til skammar. Fyrst góvu teir Argjabátinum harða kapping á Jóansøku í Vági og aftur á Fjarðastevnu var tað líka við, at klaksvíkingarnir tóku Argjabátin.
Argjabáturin byrjaði tó best og legði seg fram um í sjálvum startinum. Men sum í øllum hinum róðrunum kom Kvívíkingur sterkt aftur og legði seg fremst.
Tá gott helvtin var rógvið, hevði Argjabáturin tó tikið Kvívíking aftur. Og tá byrjaði Nevið Reyða úr Klaksvík at ganga væl. Teir tóku seg longur og longur fram, og beint áðrenn endaspurtin vóru teir meira enn hálva bátslongd á odda.
Hetta helt tó ikki til endan, tí í teimum allarseinastu tøkunum, fór reyði báturin av Argjum framum, og eydnaðist tað tí heldur ikki hesuferð at steðga sigursrøðini hjá Argjabátinum, sum nú næstan 100 % sikkurt kunnu kalla seg føroyameistarar.
Komandi vikuskifti verður kappróður í Sørvági, og tá fara áttamannaførini aftur at rógva á 1.500 metrum fyri seinastu ferð í ár. Um tað fer at broyta nakað upp á úrslitini, kann bara tíðin vísa.

1    Argjabáturin    05.02.10
2    Nevið Reyða    05:03.07
3    Kvívíkingur    05.06.13
4    Ørvur        05.07.23
5    Knørrur        05.14.04
6    Miðvingur        05.16.03
7    Tofta Regin    05.23.07