fiskasløgini samanlagt var 12,05 krónur fyri kilo. Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya tilsamans 57,8 tons av fiski fyri slakar 697.000 krónur. Tilsamans 23 tons vóru seld av toski. Mest var av toski 3, sum [...] krónur fyri kilo. Besti toskaprísurin var fyri tosk 1, sum fór fyri miðalprísin 21,40 krónur. Góð 17 tons av hýsu vóru eisini seld á marknaðinum í morgun, og her var miðalprísurin betri, enn hann hevur verið [...] nøgdirnar vóru av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 10,63. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var í morgun 12,05 krónur fyri kilo.
tilburðurin var í Havn. Maðurin, sum var í 40-árunum, hevði sligið konu sína i andlitið við knýttum neva, og hon fekk eina tveir cm langa rivu oman fyri aðra eygnabrúnna. Kvinnan, sum var gjøgnumbankað [...] klokkan var farin av eitt. Trý korter seinni ringdi ein kvinna í Sørvági til politiið og boðaði frá, at maður hennara hevði sligið skrætt klæði hennara og sligið hana í gólvið. Henda kvinnan var ikki so
vegin til skattin, og at enda var hesin eisini funnin. Innihaldið var ein kassi við eina rúgvu av posum, har sjokolátamyntir, slikkipinnar og bomm vóru at finna. Og so var talan veruliga um dag í viku hjá [...] riggaði framúr væl Tvær ferðir í dag savnaðust børn við Skansan í Havn, har skattajakt var á skránni. Og tað var meira enn so. Tveir ordiligir sjórænarar komu í land av Norðlýsinum, og tey bæði vóru kunnað
Talan var um seks av manningini og ein mann, sum arbeiddi hjá einum lokalum oljufelagi. Fýra av monnunum vóru indonesiskir ríkisborgarar, ein var indiskur ríkisborgari, og tann sætti av manningini var bretskur [...] ikki greitt, hvørjum landi tann sjeyndi maðurin var úr. Sambært donskum fjølmiðlum vóru 12 fólk umborð á sleipibátinum Al Deebel, tá vanlukka hendi. Báturin var í ferð við viðlíkahaldsarbeiði á einari for
Stýrimaðurin hevur greitt frá, at hann helt, at brúgvin var uppi, soleiðis at teir kundu sigla ígjøgnum, men tá hann varnaðist, at brúgvin var niðri, var ov seint. Finska tangaskipið er 73 metrar langt og 15 [...] gjárkvøldið. Stoyturin var so mikið harður, at skinnararnir fóru av lagi, soleiðis sum myndin her vísir. Ekstrablaðið skrivar í morgun, at óhappið kundi endað sum ein vanlukka, tí eitt tok var bara 500 metrar
H71 verjan var sum bergið í verjuni, málverjin var framúr, og tað bar við sær góðar fyritreytir fyri skjótum mótálopum, og harvið skoraðu hoyvíkingar nógv mál í skjótum mótálopum. Úrslitið var 36-29 vil [...] har H71 hevur spælt ímóti VÍF, og tað var einki at ivast í. Á áskoðaraplássunum settu viðhaldsfólkini hjá H71 dám á langt undan dystarbyrjan, og á vøllinum var eingin ivi. H71 vildi vinna, og teir svørtu
Kristoffur Hentze, Sandur, eina dóttur. Hon vigaði 3195 gr og var 51 cm long. 11. januar fingu Tórunn og Dan Olsen, Hósvík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3890 gr. 11. januar fingu Eyð Berg og [...] Hallur Mikkelsen, Skála, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3775 gr. 12. januar fingu Elena-Loredana Nedelcu og Ion-Nicolae Nedelcu, Leirvík, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði 3160 gr. 15. januar [...] januar fingu Hanna og Gunnar Nielsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3900 gr.
Tað var nakað tættari, enn taå var á Norðoyastevnu, men kortini var tað eingin ivi, tá ið 8-mannaførini kappaðust í góðveðrinum á Skálafjørðinum. Miðvingur vann í Klaksvík, og miðvingar vunnu aftur á [...] Skálafjørðinum. Heiðabáturin bjóðaði seg fram í heimasjógvi, og Heiðabáturin var pretin á fyrstu metrunum. Kortini endaði hann aftast. Rádni úr Fuglafirði royndi at bjóða Argjabátinum av í kappingini um [...] um næstfremsta plássið. Eina løtu sá tað út til at tað skuldi eydnast, men á málinum var eingin ivi um plaseringarnar. 8 mannafør 1 Miðvingur 06:58.06 2 Argjabáturin 07:02.15 3 Gullbrandur 07:04.03 4
Súsanna og Ove Davidsen. Beiggin vigaði 4520 gr og var 55 cm langur. 2. mai fingu Milja og Ranja ein lítlan beiggja, sum eitur Filip. Hann vigaði 2850 gr og var 50 cm langur. Foreldrini eru Vima og Bjarti Nattestad [...] Andreasen og Páll S. Joensen eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4090 gr. 14. mai fingu ?lafur D.Arnfríðsson og Súsanna Guðrið Dam, Tórshavn ein son. Hann var 55 cm og vigaði 3690 gr. 19. mai fingu Rakul [...] Rakul Joensen & Joen Pauli Høgnesen, Vestmanna, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3970 gr.
fyri eitt, og tað var týðiligt, at hann var nøgdur við niðurstøðuna hjá rættinum. Anders Behring Breivik hevur viðgingið, at hann drap 77 fólk í Oslo og á Utøya, men heldur uppá, at tað var í neyðverju. [...] seinasta summar. Hann var tí lógarinnar harðastu revsing, sum er forvaring í 21 ár. Tað merkir í prinsippinum, at hann kann verða sitandi í fongsli alt lívið. Tann stóri spurningurin var, um rætturin metti