H71 er í FM finaluni

Tey í Hoyvík trúgva rættuliga uppá, at tað skal eydnast teirra hondbóltsliði at tryggja sær annað FM heitið í manshondbólti.

Í dag hevur avgerandi uppgerðini um finaluplássið ímóti KÍF verið í Vestmanna, har H71 hevur spælt ímóti VÍF, og tað var einki at ivast í.

Á áskoðaraplássunum settu viðhaldsfólkini hjá H71 dám á langt undan dystarbyrjan, og á vøllinum var eingin ivi. H71 vildi vinna, og teir svørtu lótu ongan iva vera.

H71 verjan var sum bergið í verjuni, málverjin var framúr, og tað bar við sær góðar fyritreytir fyri skjótum mótálopum, og harvið skoraðu hoyvíkingar nógv mál í skjótum mótálopum.

Úrslitið var 36-29 vil H71, og tað talar fyri seg sjálvt!