Spreingivanlukka umborð á Switzer-skipi

Sjey menn umborð á einum sleipibáti hjá Mærsk-felagnum Switzer doyðu í einari ógvusligari gassspreinging í Qatar í gjár. Talan var um seks av manningini og ein mann, sum arbeiddi hjá einum lokalum oljufelagi. Fýra av monnunum vóru indonesiskir ríkisborgarar, ein var indiskur ríkisborgari, og tann sætti av manningini var bretskur ríkisborgari. Tað er ikki greitt, hvørjum landi tann sjeyndi maðurin var úr.

Sambært donskum fjølmiðlum vóru 12 fólk umborð á sleipibátinum Al Deebel, tá vanlukka hendi. Báturin var í ferð við viðlíkahaldsarbeiði á einari fortoyningsboyu, haðani flótandi gass verður pumpað umborð á tangaskip.

Eldur kom í sleipibátin av spreingingini, men hann sakk ikki og er nú togaður í havn til kanningar.