Breivik fekk harðastu revsing

Tingrætturin í Oslo staðfesti fyri løtu síðani, at Anders Behring Breivik hevði sítt fulla vit, tá hann framdi yvirgangsatsóknirnar í Oslo og á Utyøya seinasta summar. Hann var tí lógarinnar harðastu revsing, sum er forvaring í 21 ár. Tað merkir í prinsippinum, at hann kann verða sitandi í fongsli alt lívið.

Tann stóri spurningurin var, um rætturin metti Breivik hava havt sítt fulla vit. Breivik hevði boðað frá, at kom rætturin til aðra niðurstøðu, fór hann at kæra dómin alt fyri eitt, og tað var týðiligt, at hann var nøgdur við niðurstøðuna hjá rættinum.

Anders Behring Breivik hevur viðgingið, at hann drap 77 fólk í Oslo og á Utøya, men heldur uppá, at tað var í neyðverju.