Størstu nøgdirnar á marknaðinum í morgun vóru toskur og hýsa. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 12,05 krónur fyri kilo. Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya tilsamans 57,8 tons av fiski fyri slakar 697.000 krónur.
Tilsamans 23 tons vóru seld av toski. Mest var av toski 3, sum fekk miðalprísin 13,61 krónur fyri kilo. Besti toskaprísurin var fyri tosk 1, sum fór fyri miðalprísin 21,40 krónur.
Góð 17 tons av hýsu vóru eisini seld á marknaðinum í morgun, og her var miðalprísurin betri, enn hann hevur verið seinstu dagarnar.
Størstu nøgdirnar vóru av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 10,63.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var í morgun 12,05 krónur fyri kilo.