Tangaskip sigldi á brúgv um Limfjørðin

Tokferðslan í Norðurjyllandi hevur ligið still í morgun, eftir at eitt finskt tangaskip sigldi á tokbrúnna um Limfjørðin í gjárkvøldið. Stoyturin var so mikið harður, at skinnararnir fóru av lagi, soleiðis sum myndin her vísir.

Ekstrablaðið skrivar í morgun, at óhappið kundi endað sum ein vanlukka, tí eitt tok var bara 500 metrar burturi, tá skipið sigldi á brúnna.

Løgreglan í Norðurjyllandi sigur, at hvørki skiparin ella stýrimaðurin á tí finska skipinum vóru ávirkaðir av rúsdrekka, tá óhappið hendi. Stýrimaðurin hevur greitt frá, at hann helt, at brúgvin var uppi, soleiðis at teir kundu sigla ígjøgnum, men tá hann varnaðist, at brúgvin var niðri, var ov seint.

Finska tangaskipið er 73 metrar langt og 15 metrar breitt.