Skattajaktin á Oh-hoy degnum fyri børn, riggaði framúr væl Tvær ferðir í dag savnaðust børn við Skansan í Havn, har skattajakt var á skránni.
Og tað var meira enn so. Tveir ordiligir sjórænarar komu í land av Norðlýsinum, og tey bæði vóru kunnað um, hvussu finnast skuldi fram til skattin.
Við góðari hjálp frá børnunum varð gingið eftir mongu slóðunum, sum vístu vegin til skattin, og at enda var hesin eisini funnin. Innihaldið var ein kassi við eina rúgvu av posum, har sjokolátamyntir, slikkipinnar og bomm vóru at finna. Og so var talan veruliga um dag í viku hjá mongu børnunum, sum í ein dag sluppu at royna seg sum sjórænarar.