Ein konubukaranátt

Næstan samstundis fekk poliitið boð um tveir tilburðir, har menninir høvdu bukað konur sínar

Tað gongur stundum hart fyri seg millum mann og konu, og leygarnáttina vendu tvær kvinnur sær til politiið og meldaðu menn sínar fyri harðskap.
Annar tilburðurin var í Havn. Maðurin, sum var í 40-árunum, hevði sligið konu sína i andlitið við knýttum neva, og hon fekk eina tveir cm langa rivu oman fyri aðra eygnabrúnna.
Kvinnan, sum var gjøgnumbankað, varð løgd inn á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Hetta hendi leygarnáttina, tá klokkan var farin av eitt.
Trý korter seinni ringdi ein kvinna í Sørvági til politiið og boðaði frá, at maður hennara hevði sligið skrætt klæði hennara og sligið hana í gólvið.
Henda kvinnan var ikki so illa viðfarin sum hin fyrra.