tamarhald ikki var á smittuni. Róðrarsambandið vónar, at tað ber til at avgreiða FM-róðrarnar í summar. Í hesum sambandið hava vit gjørt nakrar leiðreglur um at skipa fyri róðri uttan áskoðarar. Endamálið [...] økið. Um tað er gjørligt at fylgja við kappróðrinum í bili á vegnum - og um løgreglan gevur loyvi til tað - kann felag krevja atgongumerkjagjald fyri øll í bilinum. Fyriskiparar skulu syrgja fyri, at vesir [...] gentu/dreingjamanningum - kunnu hava í mesta lagi 2 hjálparfólk við per manning. Foreldur, venjarar og onnur óviðkomandi hava ikki atgongd til økið. Manning kemur á økið í mesta lagi ein tíma áðrenn flaggtíð
vikuskiftið var Ari við í fyrsta av fimm umførum í kappingini um sælendska meistaraheitið, og har gjørdist hann nummar fýra av teimum seks, ið kappaðust. Og var tað ikki, tí hann var óheppin í einum av innleiðandi [...] umførunum henda dagin, so bilurin fór at snúra runt, var hann í minsta lagi endaður millum tríggjar teir fremstu. – Tað vóru bara tvær yvirhálingar í kappingini hesa ferð, og Ari átti tær báðar. Ari var annars [...] neyvan hent. Men í venjingunum var størri dentur lagdur á start og sovorðið, so hinum mugu vit hyggja at til næstu ferð, greiðir pápi hansara, Eyðbjørn Hansen frá. Av tí at Ari býr í Føroyum, má pápin
Talan hevur verið um tvær sera ólíkar luttøkur hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti. Í Italia fyri fýra árum síðani fekk føroyska liðið fimm góðar dystir, har liðið ítróttarliga fekk nógv burtur [...] til finaluna fingu føroysku kvinnurnar at kalla onga mótstøðu. Og úrslitini í onkrum av hesum dystunum vóru beinleiðis láturlig. Í finaluni móti Bosnia var mótstøðan hinvegin ovurstór, og Føroyar høvdu at [...] at taka lut í kappingini. Men har útveljingin til Italia fór fram eftir ítróttarligum fortreytum, vigaði politiska ynskið um at taka lond sum Ongland og Albania við meira undan kappingini í Bosnia. - Vit
19 svimjarar hjá Havnar Svimjifelag hava kappast í Varberg í Svøríki til Bockstensdoppet 2022. Teor fingu møguleikan at royna seg við harðari kapping frá sterkum svimjarum úr Danmark, Noregi og Svøríki [...] ki. - Í svimjing snýr alt seg ikki um heiðursmerki, tað er nógv annað at arbeiða við hjá svimjarunum, til dømis at svimja seg til nálatíðir, sum eru varðar á vegnum í svimjiheiminum, betra seg í ávísum [...] Rasmussen Weihe (2005) og Oddvaldur Leivsson (2008) vunnu bronsumerki í 4x50 blandað. Harafturat bleiv Bartal kosin besti svimjari í allari kappingini og fekk eitt gávurkort á túsund krónur. Tað vóru eisini
landsliðnum í 1989 vann gull á Oyggjaleikunum, og sostatt gjørdist fyrsti sandoyingum, ið vann gull í eini tílíkari kapping. Tá kendist tað eitt sindur hugstoytt, at eingin lat við seg koma í Sands bygdaráði [...] Sandoynna, segði borgarstjórin á Sandi millum annað, tá hann helt røðu fyri sandsgentunum í Poppkorn á hátíðarhaldi í ungamannafelagshúsinumVirkinum sunnukvøldið. Páll á Reynatúgvu mintist aftur á, at hava [...] við til at geva bygdini eitt gott umdømi. Harumframt eru tær avbera góðar fyrimyndir fyri tey ungu í bygdini. Hetta vísir, at um tú hevur ein dreym og setur tær nøkur mál, kanst tú koma øgiliga langt,
verið í ár. Fyrr í ár hevur hann eisini vunnið býarsúkkling og 100 km landavegasúkkling Leygardagin vóru bæði startur og mál við plantusøluna í Hoyvík. Leiðin gekk til Kaldbaks og aftur á mál, í alt 30 [...] Gunnari, grundin til at hann ikki súkklaði eins skjótt í ár sum undanfarnu ár, er helst at hann ikki kendi eins nógva kapping frá hinum súkklarunum í ár í mun til undanfarnu árini. Men einki skal takast frá [...] Størsri munurin á teimum og restini er, at teir ikki takað tað so tungt, um tað ikki gongur teimum so væl í kappingini. Startrampa Sum nakað nýtt var ein startrampa gjørd til kappingina. Hon er gjørd soleiðis
Føroyar fyri nøkrum árum síðani, og hann hevur verið millum bestu leikararnar í føroyskum hondbólti frá tí degi hann steig fótin í eina føroyska ítróttarhøll. Á vøllinum hevur hann umboða Neistan, Kyndil og [...] hjá StÍF. Vilja bøta um úrsliti frá í fjør StÍF endaði á einum fjórða plássi síðsta kappingarár, og hetta ætlar Jacob Jónsson at broyta: Vit skulu bøta um úrsliti frá í fjør av. Nú skulu vit royna at enda [...] at hetta ikki gerst ein løtt uppgáva. Hann sigur, at øll liðini eru sera jøvn í ár, og at hann væntar eina harða kapping við serliga Kyndil og KÍF. Royndir leikarar givnir StÍF hevur mist fleiri av størstu
Polgar (2732) 6. Ruslan Ponomariov (2695). Garry Kasparov fekk fyrr í ár innbjóðing, men hann gavst sum kunnugt sum proffessionellur telvari í mars, og hevur nú heilagt sína orku til russiskan politikk. Nýggj [...] bispaendatalv við eins nógvum finnum í part. Telvararnir hava stutt sagt ikki loyvi at tosa við hvønn annan undir talvinum. Alt ov ofta síggja vit stuttir javnleikir í superstórmeistarakappingum. Men tíverri [...] entini heilt uppi á 73. Tað er tó kortini hugaligt at fylgja við hesari kapping. Telvararnir hava sum oftast kýtt seg langt út í spennandi endatalv, men teir eru somikið javnir, at úrslitið nátúrligt sum
ar vera bæði fyri gentur og dreingir. Tey, sum luttaka í bólkinum seks á og yngri, skulu vera í fylgi við einum vaksnum, siga fyrireikararnir. Í aðrar mátar verða eingi krøv sett teimum, sum luttaka, onnur [...] skipa fyri hesi rennikappingini. Luttakararnir verða býttir sundur í fleiri aldursbólkar siga fyrireikararnir. Børn undir seks ár verða í einum bólki. Síðan verða bólkarnir býttir soleiðis: sjey til níggju [...] onnur enn tey, at tey gjøgnumføra túrin fyri at fáa luttøkuprógv. Talan er í grundini bæði um kapping og ikki. Fólk kunnu sjálvandi renna gjøgnum tunnilin og so vóna at verða fyrst og harvið vinna eitt
tíðarætlan og arbeiðsætlan, og í høvuðsheitum verður avgerð tikin við støði í hesum viðurskiftum, sigur Dávur Reinert Hansen. Treytað av endaligum avtalum um lendi og viðgerð í Yvirfriðingarnevndini er ætlanin [...] vera liðugt um mánaðarskiftið november/desember í ár, tá tunnilsgerðin eftir ætlan skal byrja Leirvíksmegin. Stóra avgerðin hálvan oktober Hóast avgerð í næstum verður tikin um vegagerðina leirvíksmegin [...] - Arbeiðini verða bjóðað út í september, og avgerðin verður tikin hálvan oktober. Eingin fyritøka er góðkend enn, men vit hava havt eina pre-kvalifikatión, sigur stjórin í P/F Norðoyatunnlinum, Dávur Reinert