Fleiri heiðurmerki við heim úr Varberg

Havnar Svimjifelag vann heili seks gullheiðursmerki, seks silvur heiðursmerki og tvey bronsuheiðursmerki í kapping í Varberg í Svøríki til Bockstensdoppet 2022

Mynd: (Havnar Svimjifelag)

19 svimjarar hjá Havnar Svimjifelag hava kappast í Varberg í Svøríki til Bockstensdoppet 2022. Teor fingu møguleikan at royna seg við harðari kapping frá sterkum svimjarum úr Danmark, Noregi og Svøríki.

 

HS boðar frá, at nógvar betringar hava verið at sæð og nógv góð úrslit. Svimjararnir hjá Havnar Svimjifelagi megnaðu at vinn seks gullheiðursmerki, seks silvur heiðursmerki og tvey bronsuheiðursmerki.

 

- Í svimjing snýr alt seg ikki um heiðursmerki, tað er nógv annað at arbeiða við hjá svimjarunum, til dømis at svimja seg til nálatíðir, sum eru varðar á vegnum í svimjiheiminum, betra seg í ávísum greinum og ikki minst at kappast við seg sjálvar fyri at betra sínar egnar tíðir, skrivar Havnar Svimjifelag á Facebook, og leggur afturat:

 

- Tað vóru okkara bestu svimjarar Bartal E. Eidesgaard (2003) og Eyðrið Mortensen (2003), sum fóru við flestu heiðursmerkjum. Bartal svam seg til 4 gull- 2 silvurheiðursmerki, og Eyðrið fekk 3 gull- og 1 silvursheiðursmerki. Villiam Marius Samuelsen (2005), Bartal E. Eidesgaard (2003), Ari Rasmussen Weihe (2005) og Oddvaldur Leivsson (2008) vunnu bronsumerki í 4x50 blandað. Harafturat bleiv Bartal kosin besti svimjari í allari kappingini og fekk eitt gávurkort á túsund krónur.

 

Tað vóru eisini aðrir svimjarar, sum gjørdu seg galdandi, tá ið tað kom til heiðursmerki. Tey vóru Ronja Ró í Dímun (2004), sum fekk eitt silvurheiðursmerki, Villiam Marius Samuelsen (2005) eitt bronsuheiðursmeriki og Dortea Dam (2007) tvey silvurheiðursmerki.

 

Gull:

 

Bartal E. Eidesgaard 100 bringa 02.09.43

 

Bartal E. Eidesgaard 200 blandað 2.16.00

 

Bartal E. Eidesgaard 50 bringa 30.13

 

Bartal E. Eidesgaard 50 frí 24.62

 

Eyðrið Mortensen 200 blandað 2.30.52

 

Eyðrið Mortensen 400 frí 4.42.12

 

Silvur:

 

Bartal E. Eidesgaard 100 frí 53.30

 

Bartal E. Eidesgaard 200 frí 2.00.03

 

Dortea Dam 100 rygg 1.15.67

 

Dortea Dam 200 rygg 2.44.84

 

Eyðrið Mortensen 200 frí 2.14.02

 

Ronja Ró í Dímun 50 frí 28.87

 

Bronsa:

 

Villiam Marius Samuelsen 50 rygg 30.26

 

Stafett:

 

Villiam Marius Samuelsen, Bartal E. Eidesgaard, Ari Rasmussen Weihe og Oddvaldur Leivsson 4x50 blandað 1.59.48

 

Venjararnir á ferðini vóru:

 

Jóannes Huusgaard Á Fløtti

 

Fríði Dam Lindberg

 

Ferðaleiðarar vóru:

 

Bogi Lenvig

 

Anna Mariea Juul

 

Mynd: (Havnar Svimjifelag)