Leygardagin varð skipað fyri FM í 30 kilometra einkultstarti. Ikki serliga óvæntað vann Gunnar Dahl-Olsen sannførandi.
Hann var góðar sjey minuttir frammanfyri sín nærmasta kappingarneyta, sum var Eli Christiansen. Eli vann sera tepurt frammanfyri Beinir W. Rasmussen, ið var á triðja plássi.
Súkklað varð annars frá Plantusøluni í Havn til Kaldbaks og aftur.
Endaliga støðan:
1. Gunnar Dahl-Olsen 41 minuttir 52 sekund
2. Eli Christiansen 48 minuttir 57 sekund
3. Beinir Waagstein Rasmussen 49 minuttir 10 sekund
4. Kári Simonsen 51 minuttir 45 sekund
5. Esmar Joensen 51 minuttir 46 sekund
6. Christian Guttesen 52 minuttir 32 sekund
7. Evald Rasmussen 54 minuttir 58 sekund
8. Dia Jacobsen 55 minuttir 57 sekund
9. Gudmundur Joensen 57 minuttir 24 sekund
10. Eyvind Akraberg Hansen 57 minuttir 27 sekund
11. Gutti Harryson 62 minuttir 24 sekund
Unglingar:
1. Bergur Krosstein 52 minuttir 50 sekund
2. Dánjal Michaelsen 55 minuttir 4 sekund
3. Bergur Ingemarsson Johansen 56 minuttir 24 sekund