KAPPKOYRING
Hóast sín unga aldur, hevur níggju ára gamli Ari Hansen av Toftum longu gjørt vart við seg sum gocart-kappkoyrari. Teir kønu siga, at hann hevur sera góð evni, og hóast kappingarneytarnir venja fleiri ferðir um vikuna og kenna breytirnar út og inn, gevur hann teimum ein skarpan gang.
Um vikuskiftið var Ari við í fyrsta av fimm umførum í kappingini um sælendska meistaraheitið, og har gjørdist hann nummar fýra av teimum seks, ið kappaðust. Og var tað ikki, tí hann var óheppin í einum av innleiðandi umførunum henda dagin, so bilurin fór at snúra runt, var hann í minsta lagi endaður millum tríggjar teir fremstu.
– Tað vóru bara tvær yvirhálingar í kappingini hesa ferð, og Ari átti tær báðar. Ari var annars nummar trý, tá hann fór at snúra runt, so høvdu vit brúkt meira tíð upp á gocartin, so vektjavnvágin var betri, hevði tað neyvan hent. Men í venjingunum var størri dentur lagdur á start og sovorðið, so hinum mugu vit hyggja at til næstu ferð, greiðir pápi hansara, Eyðbjørn Hansen frá.
Av tí at Ari býr í Føroyum, má pápin fara við honum til Danmarkar, hvørja ferð ein kapping er á skránni, og tí er dreymurin um eina komandi yrkisleið sum kappkoyrari tengd at, um fíggjarligur stuðul fæst til ferðing, útgerð og annað, sum kostar pengar.
– Tíbetur hava vit góðar avtalur við Trygd og Atlantsflog, men vit vildu ynskt, at onkur annar eisini hjálpti til. Vit hava sett okkum í samband við yvir 80 virki og fyritøkur, men bara fingið svar frá tveimum. Møguliga er tað, tí tey ikki kenna til hetta slagið av ítrótti, sigur Eyðbjørn.
– Hevði tað borið til at fingið eina venjingarlegu niðri, so hann fekk fleiri dagar á rað í gocartinum, kundi tað givið honum góða venjing, sum hann ikki kann fáa, sum nú er, og tað hevði munað væl.
Sum er, kappast Ari um sælendska meistaraheitið, sum er nokk so høgligt, tí tá eru allar kappingarnar á Sælandi. Men tá kappast verður um danska meistaraheiti, er talan um trý umfør, sum eru bæði á Sælandi, Jútlandi og Fjóni. Har ætlar Ari sær eisini at vera við, so helst hava vit ikki hoyrt tað síðsta frá honum enn…