NCC bíligast við 9 mió

Fyrsta stigið til sjálvt arbeiðið við Norðoyatunnlinum varð tikið týsdagin, tá tilboðini skuldu vera inni til atkomuvegin leirvíksmegin. NCC, sum stóð fyri arbeiðnum við Vágatunnlinum, hevur bíligasta boðið á 9 mió.

Fimm boð vóru komin Partafelagnum Norðoyatunnilin í hendi við lisitatiónina týsdagin kl 14, tá evstamark var at søkja um arbeiðið. Sjey umsøkjarar vórðu góðkendir, men tveir valdu ikki at bjóða seg fram.

Javnt millum bíligastu boðini
Boðini, P/F Norðoyatunnilin hevur fingið, eru komin frá NCC, J & K Petersen, Pihl & Søn Føroyar, Kanjon og M.T. Højgaard Føroyar. P/F Norðoyatunnilin upplýsir, at bíligasta tilboðið kom frá NCC, sum stóð fyri Vágatunnlinum, og var hetta á góðar 9 mió. kr.
Tó er sera javnt millum trý tey bíligastu boðini, og tískil tykist talan vera um kapping at standa fyri vegagerðini leirvíksmegin. Munurin er stórur millum boðini, tí frá teimum bíligastu boðunum á góðum 9 mió. krónum eru dýrastu boðini uppi á 22 mió. krónum. Metingin fyri sjálvt arbeiðið er á umleið 13 mió. krónur. Dávur Reinert Hansen, stjóri á Norðoyatunnlinum, lat væl at við lisitatiónina.
- Vit eru glaðir og nøgdir fyri luttøkuna og boðini, vit hava fingið, og talan hevur verið um ein stóran arbeiðsinnsats frá fyritøkunum, sigur ein vælnøgdur stjóri.

Avgerðin um tvær vikur
Sostatt skal P/F Norðoyatunnilin næstu dagarnar taka støðu til, hvør skal hava ábyrgdina av vegagerðini í Leirvík.
Partafelagið upplýsir, at ætlandi skal sáttmáli undirskrivast 26. august, og saman við ráðgevaranum, Landsbyggifelagnum, skal metast um bestu avgerðina.
- Vit leggja størstan dent á kostnaðin, tíðarætlan og arbeiðsætlan, og í høvuðsheitum verður avgerð tikin við støði í hesum viðurskiftum, sigur Dávur Reinert Hansen.

Treytað av endaligum avtalum um lendi og viðgerð í Yvirfriðingarnevndini er ætlanin, at arbeiðið skal byrja tvær vikur eftir 26 august. Vegagerðin og inntakið til tunnilin skal vera liðugt um mánaðarskiftið november/desember í ár, tá tunnilsgerðin eftir ætlan skal byrja Leirvíksmegin.

Stóra avgerðin hálvan oktober
Hóast avgerð í næstum verður tikin um vegagerðina leirvíksmegin, verður stóra avgerðin tikin hálvan oktober. Sambært Dávi Reinert Hansen verður tá avgjørt, hvør skal standa fyri sjálvari borðingini og tunnilsgerðini, sum eftir fyrstu meting ljóðar at kosta 325 mió.
- Arbeiðini verða bjóðað út í september, og avgerðin verður tikin hálvan oktober. Eingin fyritøka er góðkend enn, men vit hava havt eina pre-kvalifikatión, sigur stjórin í P/F Norðoyatunnlinum, Dávur Reinert Hansen, at enda.