StÍF skal halda fast um skjóta spælið

Sjálvt um fleiri av stuðulsleikarunum hjá StÍF eru givnir, so ætlar nýggi venjarin at fáa eitt betri úrslit í ár, enn liðið megnaði í fjør. Málið er at enda millum trý tey ovastu. Tað skal gerast við eini ágangandi verju og einum skjótum álopi.

Flest øll hondbóltsáhugaði kennast við navnið Jacob Jónsson. Íslendingurin kom til Føroyar fyri nøkrum árum síðani, og hann hevur verið millum bestu leikararnar í føroyskum hondbólti frá tí degi hann steig fótin í eina føroyska ítróttarhøll. Á vøllinum hevur hann umboða Neistan, Kyndil og H71, men nú hevur hann valt at flyta seg av vøllinum á bonkin, har hann skal standa á odda fyri besta mansliði hjá StÍF.
 
Vilja bøta um úrsliti frá í fjør
 
StÍF endaði á einum fjórða plássi síðsta kappingarár, og hetta ætlar Jacob Jónsson at broyta: Vit skulu bøta um úrsliti frá í fjør av. Nú skulu vit royna at enda millum trý tey ovasta liðini, tí tað skal altíð vera málið. Sjálvt um vit hava mist nógvar mans, so meti eg liðið vera nóg gott til tess.
Hann ásannar tó, at hetta ikki gerst ein løtt uppgáva. Hann sigur, at øll liðini eru sera jøvn í ár, og at hann væntar eina harða kapping við serliga Kyndil og KÍF.
 
Royndir leikarar givnir
 
StÍF hevur mist fleiri av størstu profilunum til hetta kappingarárið. Brøðurnir Arthur og Alexandur Johansen eru givnir, og Pauli G. Hansen fer neyvan at spæla. Jacob Jónsson heldur eisini, at hetta er ein keðilig støða fyri StÍF: Tað er altíð keðiligt at missa so góðar leikarar, men vit mugu arbeiða víðari. Vit fáa kanska ein trupulleika við breiddini í byrjanini, tí spælararnir, vit hava mist, hava havt stóran týdning fyri liðið.
Hann sigur tó, at har eru aðrir leikarar komnir í staðin, og serliga íslendingurin Finnur Hansson verður stórur styrkur fyri liðið.
 
Ágangandi og skjótur hondbóltur er vegurin
 
Skjótur álopshondbóltur og ágangandi verja hava altíð eyðkent besta manslið hjá strandingum. Hetta ætlar Jacob at halda fast við, tí hann heldur, at á hesum økinum eru fá lið so væl fyri sum StÍF: Eg ætli mær ikki at gera nakrar stórar broytingar. Vit fara at halda fram við skjóta spælinum, og so ætla vit at hava eina sterka verju frammanfyri Marian í málinum.
Um hetta fer at ganga hjá strandingum, so væntar Jacob, at teir kunnu røkka heilt langt í komandi kappingarári.