Hátíðarhald
Sandavági:
Fasta sambandið undir Vestmannasundi verður hátíðarhildið bæði áðrenn og aftaná, at tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu. Eitt stórt tiltak verður sunnudagin 8. december, tá rennast ella gangast kann gjøgnum tunnilin.
Tað eru Sandavágs Ítróttarfelag, SÍF, og felagið Bragdið, sum skipa fyri hesi rennikappingini.
Luttakararnir verða býttir sundur í fleiri aldursbólkar siga fyrireikararnir. Børn undir seks ár verða í einum bólki. Síðan verða bólkarnir býttir soleiðis:
sjey til níggju ár - 10 til 12 ár - 13 til 16 ár og 17ár og eldri.
Allir aldursbólkar vera bæði fyri gentur og dreingir. Tey, sum luttaka í bólkinum seks á og yngri, skulu vera í fylgi við einum vaksnum, siga fyrireikararnir. Í aðrar mátar verða eingi krøv sett teimum, sum luttaka, onnur enn tey, at tey gjøgnumføra túrin fyri at fáa luttøkuprógv.
Talan er í grundini bæði um kapping og ikki. Fólk kunnu sjálvandi renna gjøgnum tunnilin og so vóna at verða fyrst og harvið vinna eitt heiðursmerki. Men ætlanin er, at øll skulu kunna vera við, so til ber eisini at ganga gjøgnum tunnilin. Er onkur, sum situr í koyristóli, er eisini møguleiki at koma gjøgnum tunnilin við honum, um bert onkur er at koyra á. Barnavognar hava sjálvandi sama møguleika.
Sjálvt tiltakið byrjar við tunnilsmunnan Leynamegin, og runnið ella gingið verður so allan vegin gjøgnum tunnilin. Teinurin er settur til fimm kilometrar, sum er eitt lítið sindur longri enn sjálvur tunnilin.
Tá komið er á mál Vágamegin, fáa allir luttakararnir eina t-shirt við áskrift handaða sum minni um túrin. Eisini fáa vinnararnir í hvørjum aldursbólki eitt heiðursmerki.
Luttakararnir møta við tunnilsmunnarnar tí megin, tey eru stødd. Vágafólk verða so koyrd við bussi gjøgnum tunnilin til Leynar, haðani so verður farið aftur hinvegin. Tá liðugt er, verða tey, sum skulu yvir aftur á Streymoynna, eisini koyrd upp á pláss aftur, siga tey, sum skipa fyri.
Á Vágalandinum fer SÍF at selja kakao og bollar, meðan tiltakið er, eins og flogferðir eisini verða burturlutaðar millum teirra, sum luttaka í tiltakinum.
Tiltakið byrjar sunnudagin 8. december klokkan 14.00 og heldur væntandi á einar tríggjar tímar ella so, alt eftir hvussu skjótt fólk koma ígjøgnum tunnilin. Tilmelding og luttøkugjald og -treytir verða lýst nærri seinni.








