at taka teymarnar upp, eftir at landskassin hevur ligið í stjórnarloysi í tveir mánaðir. Sjálvandi skulu politikararnir tryggja, at skil verður í búskapinum. Sjálvandi skulu politikararnir hava rygg til [...] ur. Tøl verða slongd út, sum ikki hava hald í veruleikanum ? og tað er skjótt at kanna hjá Fíggjarmálaráðnum. Tølini, sum Útvarp Føroya ber fram sum tíðindi, eru politiskt litaðar metingar. Og onki verður [...] peninginum í Landsbankanum til at fíggja eitt undirskot. Haldi meg eisini hoyra, at leiðandi politikarar rógva fram undir, at studningur skal latast vinnuni til tess at fáa »hjólini at mala aftur«. Aftur í 80
at í Føroyum stendur ógvuliga illa til, og fólkið her í landinum líður neyð. ? Tað er stuttligt at koma heim úr slumminum í Cape Town til øll tey flottu vallyftini. Mann kundi trúð at Føroyar var í svárari [...] millum tey ringast støddu gøtubørnini í Cape Town. Lær at liva Paula og Sólja, sum báðar eru 21 ára gamlar, fingu studentsprógv í 2002 og síðani arbeiddu tær ávikavist í barnagarði og sum stuðul hjá brekaðum [...] gøtuni enn ganga í skúla og læra at lesa. Ein orsøk til at fleiri hóast alt koma í skúla er, at skúlin gevur teimum eina máltíð um dagin, og tí kann tað loysa seg hjá teimum at møta upp í skúlanum. Trupulleikin
········· Útvarpið sigur Føroya fólki, at tað fara at resta 300 milliónir krónur í rakstri á fíggjarlógini í 2004 og í minsta lagi 450 mió. krónur- um avdráttir landskassans verða roknaðir við. Hetta er [...] Framskrivingar hjá Fíggjarmálaráðnum vísa, at í mun til 2003, so verða inntøkurnar minni við: 134.576 mió. krónum Útreiðslurnar - um onki verður gjørt - kunnu í mun til 2003 metast til at gerast hægri við: [...] hálva milliard? Sjálvandi ikki! Men um vit taka útvarpið uppá orðið og rokna avdráttir upp í, so eru avdráttirnir í 2004 uppá 77 mió. krónur. Leggja vit hetta afturat teimum 235 milliónunum, sum beinar f
tíðina er arbeiðsloysið í Norðurjyllandi vaksið so nógv, at nú vilja politikararnir har hava hjálp frá stjórnini í Keypmannahavn. Teir seinastu mánaðarnar hava næstan 4.000 fólk í Norðurjyllandi mist arbeiðið [...] hevur gjørt av, at 30 skip, sum í løtuni eru skrásett í Liberia, Singapore og norsku altjóða skipaskrásetingini, skulu skrásetast á Marshall-oyggjunum. Frontline hevur 14 skip í norsku altjóða skipaskrásetingini [...] hersettu Noreg í 1940, og sum komu aftur til Noregs aftan á krígslok. Ætlandi verða hesar gullmyntirnar seinni vístar á framsýningum. Leiðslan í tjóðbankanum sigur, at gullið, sum er selt í hesum mánaðinum
tíðindini, kom røringur í og tað endaði við, at minnilutin í býráðnum kravdi at málið varð tikið til viðgerðar í býráðnum aftur. Og tað varð tað so hóskvøldið. Og tá samtykti ein meirluti í býráðnum so at staðfesta [...] tríggir limir í samgonguni í býráðnum atkvøddi als ikki, teir vóru Torfinn Smith, Bjarti Mohr og Heðin Mortensen. Tað merkir, at høvdu teir tríggir í meirilutanum, sum ikki atkvøddu, atkvøtt ímóti í staðin, [...] býráðslimur á býráðsfundi í Havn hóskvøldið. Á fundinum hevði býráðið hart orðaskifti um nýggjar reglar, sum ætlanin er at seta í gildi fyri starvsfólkið. Hesar reglar bera í sær, at nú kunnu starvsfólk
29/01-04 klokkan 11 yvirtóku umboð frá Tvøruni bátin í Ålesund og Merkið varð vundið á stong. Talan er um far, sum er bygt til Íslands í 1990, men í 1995 fór báturin til Noregs, varð longdur, og fekk navnið [...] monnum og skemtiliga verður tikið til, at prísurin svarar til tað, ið upsaprísurin er í Føroyum í dag! Óváttað tíðindi vilja tó verða við, at keypsprísurin er millum 3 og 4 milliónir krónur. Tað skilst,
løgna trio í halleluja-kórinum hjá tjóðveldisflokkinum. Tann fyrsti filosoffurin í donskum varpi var harra Hermaður Oskarssonur, sum skal eitast at vera uttanveltaður embætismaður og formaður í polit-bureau [...] týtt til enskt, og harvið kunnu kanska milliardir fáa lut í og kveita inn í forvitnisliga og løgna hugaheim hansara! Hetta má vera eitt týðandi lið í globaliseringini! Hesin beskedni, nærmast eyðmjúki mentajassur [...] trotabúgvið, sum komandi landsstýrið skal rudda upp í, er í álvarsamari fíggjarligari neyðstøðu, tað er eitt land, sum er systematiskt mishandlað í skjótt sjey ár. Paradísið, sum Hermaður sigur, at hann
arbeiða, tá londini í Eysturevropa koma upp í ES tann 1. mei. Eftir galdandi reglum hjá ES kunnu fólk úr samveldinum roknast sum arbeiðstakarar, arbeiða tey tíggju tímar um vikuna í Noregi. Men hósdagin [...] fáa arbeiði í Noregi. Enn hava stjórnarflokkarnir ikki sagt, hvat teir halda um uppskotið, men sambært norsku fjølmiðlunum er lítið at ivast í, at teir fara at taka undir við tí. Leiðslan í Arbeiðaraflokkinum [...] eftir, at 50 altjóða fyritøkur, sum eru virknar í Danmark, hava roynt at flyta meiri enn eina hálva milliard krónur av landinum fyri at sleppa lættari í skatti. Í seinastuni hevur skattavaldið kannað viðurskiftini
11 nýggj støð í Europa. Føroyarutan hjá Maersk Air er tó ikki undir broyting. Maersk Air bjóðaði til tíðindafund í Kastrup í gomlu flogvallarhúsunum. Donsku fjølmiðlanir hava sent tíðindi frá Maersk dagin [...] velja, hvussu nógv beinpláss tey vilja hava, sigur Finn Øelund stjórin í Maersk Air. Hann metir, at tað enn er ein stórur marknaður í Norðanlondum fyri lágprísflogfeløg, Business-class marknaðurin minkar [...] mennast. Øelund var kontantur á tíðindafundinum, tað er ikki pláss fyri øllum flogfeløgunum í Norðanlondum í dag, og um 2-3 ár eru færri flogfeløg, sum verða sterkari og størri. Hann tosaði um fyrra ættarliðið
Klaksvík: Fyrr í vikuni hoyrdust tíðindi í Dimmalætting og Útvarpi Føroya um, at Klaksvíkar kommuna hevur sent út hóttanarbrøv til borgarar, sum hava fast tilknýti til Klaksvík men ikki gjalda skatt í kommununi [...] viðgongur hann var óheppið í hesum førinum. Men samstundis sigur hann seg ikki duga at síggja nakað galið í hesum. ? Vit hava sum sagt heitt fimm ferðir á viðkomandi um at seta seg í samband við okkum, og eg [...] av borgarunum hava valt at skifta kommunu frá ársbyrjan í ár. Klaksvíkar kommuna hevur verið í sambandi við fleiri av teimum smærru kommununum í norðoyggjum, síðani hetta kom fram, og er samstarvið við