Kim Simonsen
Kappingin millum flogfeløgini uttanlands hevur nú fingið Maersk Air at broytt skipan, prísir og felagið er nú farið at flúgva til 11 nýggj støð í Europa. Føroyarutan hjá Maersk Air er tó ikki undir broyting.
Maersk Air bjóðaði til tíðindafund í Kastrup í gomlu flogvallarhúsunum. Donsku fjølmiðlanir hava sent tíðindi frá Maersk dagin langan. Flogfelagið og nýggi stjórin Finn Øelund boðar stórar broytingar. Serligani eru prísirnir uttanlands ávegis niður, flogfelagið vil sum lágprísfeløgini kring heimin leggja dent á at bjóða bíligar ferðaseðlar, serligani til tey sum bíleggja á internetinum.
Flogferðamarknaðurin kring allan heimin er undir broyting. Globaliseringin merkir, at stór feløg sum Ryan Air, Virgin Airlines, Easy Jet og onnur eru nógv bíligari enn t. d. Lufthansa, British Airways, SAS og Maersk Air. Tey nationalu feløgini hava skjótt øll stórar trupulleikar at berjast við, men Maersk hevur ikki hugsað sær at gerast eitt av teim feløgum, ið skulu fara á heysin. Nú hevur Maersk 28 rutur til europeiskar býir og høvuðsstaðir.
Øll feløg fara at broytast
? Vit hava lágar prísir, og nú kunnu fólk sjálvi velja, hvussu nógv beinpláss tey vilja hava, sigur Finn Øelund stjórin í Maersk Air.
Hann metir, at tað enn er ein stórur marknaður í Norðanlondum fyri lágprísflogfeløg, Business-class marknaðurin minkar, meðan bæði prísir og lønsemi minka, tí lágprísflogfeløg hava pressað prísin. Hin vegin er marknaðurin avmarknaður, hetta uttan mun til, hvussu prísir annars mennast. Øelund var kontantur á tíðindafundinum, tað er ikki pláss fyri øllum flogfeløgunum í Norðanlondum í dag, og um 2-3 ár eru færri flogfeløg, sum verða sterkari og størri. Hann tosaði um fyrra ættarliðið av lágprísflogfeløgum, har prísurin er tað einasta, tey kunnu kappast við og um annað og triðja ættarliðið, har hesi koma at hava lágar prísir, men tó vilja kapppast upp á t. d. komfort.
Hann metir tó, at í framtíðini koma øll feløg at líkjast, við lágum prísum og møguleikum fyri stórum frælsi fyri hin einstaka.
Eg spurdi kunningarstjóran, Per Brinch, um tað eru ætlanir um broytingar á føroyaleiðini hjá Maersk Air, hann staðfesti, at her eru fastlagdar reglur frá Trafikministeriet, ið gera at her er torført at gera nakað. Hesum greiddi hann eisini frá í Sosialinum í gjár. Men spurdur, hví Maersk ikki kann gera somu broytingar sum á øllum øðrum rutum, avvísti hann bert við at siga, at her fóru ongar broytingar at vera gjørdar enn.
Maersk Air hevur ikki haft eitt gott ár
Tað er ikki løgið, at Maersk einki kann gera á Føroyarutuni, sjálvt um Atlantic hevur væl fleiri ferðandi. Tíðin er longu ein stór hóttan fyri stór feløg sum Maersk Air, stjórin Finn Øelund avdúkaði, at felagið ikki hevði fingið nóg stórt lønsemi seinastu árini. Teir vilja nú blanda seg offensivt í bardagan við lágum prísum og ikki sum fyrr bert defensivt verja egnar rutur. Málið er at gerast størsta danska flogfelagið um 2-3 ár. Øelund er júst settur sum stjóri, hann hevur fyrr arbeitt fyri SAS og Air Greenland. Hann er kendur sum ein dugnaligur stjóri innan flogferðslu í Norðanlondum.
Nýgg hugskot
Eitt tiltak hjá Maersk, ið ikki fær týdning fyri føroyarutina enn, men hetta fer helst at verða broytt og standardiserað er, at nú eru allir prísir einvegis. Maersk lýsir við prísum sum Mallorca, 425 kr., Lyon 595 kr., Bourdaux 595 kr., Malaga 425 kr., Toulouse 595 kr. Alicante 425 kr., Gran Canaria 795 kr., Madrid 595 kr., Paris 495 kr. o.s.fr. Fólk kunnu á rutunum velja, hvussu nógv pláss tey vilja hava. Maersk hevur broytt setrini umborð. nú fáast fýra sløg av setrum, small, medium, large og extra large. Small er 70 cm breitt og er tí bíligast. Medium er 80 cm og kostar 200 kr. meiri. Large er 90 cm og kostar 400 kr., meðan XL er bæði 90 cm. og stólurin er 50% breiðri og kostar heili 1400 kr. meiri.
Maersk Air hevur eisini sum heild fingið nýggjar reglur fyri broytingar av ferðaseðlum, nú er gjørligt at broyta navnið á ferðaseðlum, tíðina ella at fáa peningin aftur heilt niður í tríggjar tímar áðrenn fráferð. Broytingar og avboð kosta 250 og 500 krónur, hetta er eitt stórt framstig í mun til at missa allan peningin fyri ferðaseðilin. Men nýggja skipanin merkir eisini, sum hjá lágprísflogfeløgunum, at Maersk Air avtekur allar bonusskipanir. Nú skal kundin eisini velja, um hann vil hava nakað at eta umborð, her er gjørligt at velja millum fimm rættir á netinum, ella at spara pening og ikki eta nakað.
Stór feløg berjast um marknaðin
Bardagin innan ferðamannamarknaðin er í dag stórur. Vit síggja risafeløg fara á heysin, tí lágprísfeløg eru nógv bíligari, og tað er hóast alt tað, sum nógv tey flestu hava áhuga í, tá tey skulu flúgva. Maersk hevur eisini verið rakt av vánaligum lønsemi, afturgongd, og fólk eru koyrd. Nú vil felagið royna seg við nýggjari leiðslu, nýggjum prísum, rutum, einari nýggjari skipan fyri setrini og øktum fleksibiliteti fyri kundan, tá hann kann broyta ferðaseðlar, keypa teir bíligari á netinum og spara pening. Hin vegin eru ferðaseðlanar, ið ikki eru keyptir á netinum 150 kr. dýrari. Hetta er heilt vanligt, t. d. leggur SAS 25 kr. omaná, Easy Jet 111 kr., British Airways 400 kr., Air France millum 250 og 650 kr - her kunnu vit tosa um reina diskriminering av teimum sum ikki hava internet.
Við hesum tiltakið vil Maersk royna at nærkast einum lágprísmarknaði, men enn er hetta felag ikki kappingarført við t. d. Ryan Air og Virgin, ið hava prísir sum 200 kr. til London, 150 kr. til Frankfurt og 280 til Rom. Men ein stórur fyrimunur við Maersk rutunum er, at hesi bert flúgva til kendar flogvallir sum Kastrup, Charles de Gaulle, Heatrow og aðrar, meðan Ryan Air bert hevur samband við smáar flogvallir, ið mangan liggja 1-2 tímar uttan fyri kendar býir. At koyra hertil kostar mangan ikki heilt lítið.