Stormur í einum vatnglasi

? Hetta er stormur í einum vatnglasi, sigur borgarstjórin í Klaksvík í viðmerking til málið um, at kommunan skal hava sent út hóttanarbræv til borgarar, sum hava fast tilknýti til Klaksvík men rinda skatt í aðrari kommunu

Klaksvík:
Fyrr í vikuni hoyrdust tíðindi í Dimmalætting og Útvarpi Føroya um, at Klaksvíkar kommuna hevur sent út hóttanarbrøv til borgarar, sum hava fast tilknýti til Klaksvík men ikki gjalda skatt í kommununi. Fólk kendu seg rættuliga illa viðfarin av kommununi, og spurningur var settur við, hvørs kommunan hevur rætt til at taka eitt tílíkt stig. Tað er staðfest, at tað hevur hon ikki. Men aftan fyri hetta hóttanarbrævið liggur, sambært borgarstjóranum, ein long søga, sum ikki er komin fram í øllum hesum.
? Hetta verður gjørt til nakað nógv størri enn tað í veruleikanum er, er eitt tað fyrsta Steinbjørn Jacobsen sigur, tá Sosialurin fær fatur á honum á Leirvíkskei. Borgarstjórin hevur verið á skeiði í høvuðsstaðnum alla vikuna, og tí hevur nærum ikki borið til at fáa fatur á honum til eina viðmerking.

Fimm brøv
Steinbjørn Jacobsen greiðir frá, at Klaksvíkar kommuna hevur sent út brøv til fleiri borgarar hesum viðvíkjandi í eitt áramál.
Bert í einum einstøkum føri hevur kommunan verið noydd at sent fimm brøv út til somu fólk, og tað hava øll verið siðilig og hampulig brøv, har kommunan heitir á tey um at seta seg í samband við umsitingina fyri at greiða frá teirra støðu ella at flyta kommunu.
? Hetta dømi, sum nú er nevnt í fjølmiðlunum er eitt einstakt dømi, og tí sigi eg, at tað er blást upp til nakað størri enn tað í veruleikanum er, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Hann heldur fram, at í hesum einstaka døminum er talan um sætta brævið, sum er sent út. Og borgarstjórin sigur seg ikki skilja, at fólk ikki svara aftur brævi, har myndugleikarnir heita á fólk um at koma til umsitingina.
? Millum 30 og 40 brøv eru send út hesi árini, og meginparturin hevur svarað okkum aftur. Tey hava antin flutt kommunu, ella eru tey komin við einari so góðari grundgeving fyri, at tey hava skrásettan bústað aðrastaðni, at kommunan hevur góðkent tað. Men undir øllum umstøðum hava vit frætt frá teimum, og viðurskiftini eru fingin upp á pláss. Eftir at tey hava verið hjá okkum, hava tey ikki frætt meira frá okkum, greiðir Steinbjørn frá.

Úrskurð
Í hesum einstaka døminum, sum talan er um, hevur kommunan sum sagt onki frætt frá viðkomandi fyrr enn eftir tað heldur hvassorðaða brævið, har ein freist varð sett. Í brævinum verður sagt, at um kommunan ikki hevur hoyrt aftur frá teimum innan so og so stutta tíð, so fer hon víðari við málinum og møguliga at krevja endurgjald fyri skatt aftureftir.
Borgarstjórin sigur, at hetta er eitt bræv, sum umsitingin hevur sent út. Steinbjørn sjálvur hevði ikki sæð brævið, áðrenn tað fór út, og tað viðgongur hann var óheppið í hesum førinum. Men samstundis sigur hann seg ikki duga at síggja nakað galið í hesum.
? Vit hava sum sagt heitt fimm ferðir á viðkomandi um at seta seg í samband við okkum, og eg skilji snøgt sagt ikki, hví tað skuldi koma so langt, áðrenn tey gera vart við seg, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Borgarstjórin sigur, at nú vil kommunan hava greiðu á hesum endaligt. Og tað vil siga, at hon koyrir málið víðari.
? Vit vilja hava ein úrskurð í hesum málinum, Tí óansæð, um tey flyta kommunu ella ikki, so meti eg, at vit eiga rættin til skattakrónurnar. Hetta eru borgarar, sum nýta gott av hentleikunum, sum Klaksvíkar kommuna veitir. Men tey gjalda ikki fyri teir, sigur hann.
Hentleikarnir, sum borgarstjórin sipar til, eru eitt nú sóttreinsað vatn, renovatión, kavagrevstur, viðlíkahald av vegunum og mangt annað.

Onki skeivt
Steinbjørn Jacobsen visti sum sagt ikki av brævinum. Hann heldur sjálvur, at tað er ógjørligt hjá honum at vita um øll brøvini, sum fara út úr býráðskrivstovuni hvønn dag, men hann viðgongur, at hetta er eitt, sum hann átti at havt sæð frammanundan. Serliga við tí, sum er komið í kjalarvørrinum av tí.
Men hann sigur seg standa aftan fyri sína umsiting, og hann heldur sum sagt, at alt hetta kundið verðið undgingið, um bara viðkomandi fólk høvdu svarað kommununi aftur upp á hennara fyrispurning.
? Eg dugi sum sagt ikki at síggja nakað beinleiðis skeivt í hesum. Tá ein hevur sent so mong vinarlig brøv út, sum ikki verða aftursvarað, so er tað ikki so løgið, at ein hvessir tónan eitt sindur. Tað minsta man ger, tá man fær tílík brøv ella áheitanir frá myndugleikunum, er at svara, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, sum altso heldur, at hetta málið er gjørt størri enn tað er.
Hann leggur at enda eina við, at hetta málið somuleiðis hevur verið ígjøgnum tær smærri kommunurnar, har fleiri av borgarunum hava valt at skifta kommunu frá ársbyrjan í ár. Klaksvíkar kommuna hevur verið í sambandi við fleiri av teimum smærru kommununum í norðoyggjum, síðani hetta kom fram, og er samstarvið við kommunurnar framvegis gott, hóast alt hetta hóvastákið, sigur borgarstjórin at enda við atliti til, at rørt hevur verðið framundir, at hetta møguliga fer at skaða samstarvið millum kommunurnar í norðoyggjum og eina framtíðar kommunusamanlegging.