Býráðslimir íHavn reyvrendir

Vit fingu vissu fyri, at sjálsagt varð onki sett í verk, fyrrenn starvsfólkaleiðarar og álitisfólk vóru eftirspurd, men tað er ikki hent, sigur Elin Lindenskov

Starvsfólkapolitikkur


? Vit eru reyvrend.
Hesi orðini brúkti Elin Lindenskov, býráðslimur á býráðsfundi í Havn hóskvøldið.
Á fundinum hevði býráðið hart orðaskifti um nýggjar reglar, sum ætlanin er at seta í gildi fyri starvsfólkið.
Hesar reglar bera í sær, at nú kunnu starvsfólk ikki longur fara til lækna ella tannlækna, ella gera onnur, privat ørindi, uttan at vera drigin í løn.
Og tey sleppa bara at fylgja sínum allarnærmastu, uttan at verða drigin í løn.
Tað var herfyri, at tað kom upp, at býráðið ætlaði at seta slíkar reglar í gildi fyri starvsfólki.
Men eftir at Dimmalætting hevði borið tíðindini, kom røringur í og tað endaði við, at minnilutin í býráðnum kravdi at málið varð tikið til viðgerðar í býráðnum aftur.
Og tað varð tað so hóskvøldið.
Og tá samtykti ein meirluti í býráðnum so at staðfesta reglarnar.
Tað vóru seks atkvøður fyri at staðfesta reglarnar. Tey, sum atkvøddu fyri vóru Jan Christiansen, Beata L. Samuelsen, Schumann Hjaltalin, Jàkup Sune Joensen, Sjúrður Olsen og Høgni Mikkelsen.
Ímóti atkvøddu Leivur Hansen, Jógvan Arge, Finnur Helmsdal og Elin Lindenskov. Men tríggir limir í samgonguni í býráðnum atkvøddi als ikki, teir vóru Torfinn Smith, Bjarti Mohr og Heðin Mortensen.
Tað merkir, at høvdu teir tríggir í meirilutanum, sum ikki atkvøddu, atkvøtt ímóti í staðin, varð uppskotið ikki samtykt.
At málið hevur stóran áhuga sást av, at áhoyraraplássini vóru á tremur við starvsfólki í býráðnum og eisini formaðurin í starvsmannafelagnum hevði eisini leitað sær í býráðið at lurta eftir, hvussu leikur fór.

Reyvrend
Men tað var ikki uttan svørðslag, at uppskotið varð samtykt.
Tað er ein serstakur ráðgevandi bólkur, ið hevur gjørt reglarnar.
Í tí bólkinum sita Elin Lindenskov Schuman Hjaltalin og Sújúrður Olsen.
Men Elin Lindenskov segði, at meirilutin í býráðnum hevði reyvrent ráðgevandi bólkin, sum málbar seg.
Hon segði, at bólkurin hevði fingið vissu fyri, at sjálvandi varð onki sett í gildi, fyrrenn teir ymsu starvsfólkaleiðararnir og álitisfólkini hjá starvsfólkunum høvdu havt høvi til at siga sína hugsan.
Og tá ið fíggjarnevndin so aftaná eisini samtykti reglarnar, hevði hon fingið at vita, at málið hevði verið hjá starvsfólkaleiðarunum og álitisfólkunum.
Men síðani er tað komið fram, at tað hevur ongantíð verið lagt fyri starvsfólkaleiðararnar og álitisfólkini.
Sostatt heldur minnilutin í býráðnum, at ráðgevandi bólkurin hevur arbeitt undir skeivum fortreytum og tað er eisini undir skeivum fortreytum, at fíggjarnevndin hevur samtykt málið.
Umboðini fyri minnulutan, sum eru Leivur Hansen, Elin Lindenskov, Jógvan Arge og Finnur Helmsdal hildu tí, at málið skuldi ganga umaftur, tí hendan framferðin kundi ikki góðtakast.
Ongin hevði nakað ímóti, at greiðar reglar vóru, men reglarnar skuldu gerast í samstarvi við starvsfólkini, sum tað rakar.
Jan Christiansen, borgarstjóri viðgekk, at hetta kundi kanska verið gjørt meiri elegant, sum hann málbar seg.
Men hann metti framvegis, at talan var um ein leiðsluspurning og ikki ein fakfelagsspurning.
Hann vísti eisini aftur, at talan var um at broyta starvsviðurskiftini, tí tað var tað als ikki talan um
Hann segði eisini, at Tórshavnar Býráð var eitt ógvuliga lagaligt arbeiðspláss, har tað bar til hjá starvsfólki at arbeiða skiftandi tíðir.
? So fer onkur privat ørindi í arbeiðstíðini, bar altíð til at arbeiða tað innaftur, so at ongin lønarmissur var. men tað ber ikki til, har starvsfólkið er tímalønt, legði hann afturat.
Hann harmaðist annars um, at tíðindini vóru likin til Dimmuna, tá tað var ikki fyrrenn tá, at rumbul kom í og hann helt, at tað var ógvuliga óheppið, at tíðindi av ymsum slagi lóku úr býráðnum, áðrenn tey áttu at vera almannakunngjørd.
Hann vildi tó hava býráðið at staðfesta reglarnar so at starvsfólk høvdu greiðar reglar at ganga eftir.