Alibi fyri at knúsa búskapin

Útvarp Føroya hevur eins og oddagreinar í Sosialinum fleiri ferðir roynt at mana stór undirskot fram á fíggjarlógini. Hesi tíðindi eru bygd á, at um vit sleppa búskaparstýringini og ongi tiltøk seta í verk á fíggjarlógini, so verður undirskot.

Ja, tað skal eg halda við. Men tað er júst tí, at vit skulu hava politikarar, sum kunnu halda skil á búskapinum.
Ábyrgdarleysur tíðindaflutningur kann bert gerast eitt alibi hjá politikarum fyri at knúsa búskapin.
Tá Anfinn Kallsberg valdi at skriva út val, lá eitt uppskot til fíggjarlóg á borðinum, sum gav yvirskot. Uppskotið hjá Karsten Hansen bygdi á, at sparast skuldi á fyrisitingarútreiðslum landskassans og at nýggjar inntøkur skuldu útvegast. Til hetta kravdust fleiri lógarbroytingar, sum eisini vóru lagdar fyri tingið. Harímillum vóru eisini tey uppskotini um avgjøld, sum aðrir flokkar gjørdu gjøldur burturúr.
Men við valinum duttu øll uppskot burtur. Karsten Hansen varð sendur til hús og síðani hevur ongin politisk stýring verið á landskassanum.
Nú borðreiða bæði Útvarp Føroya og oddagreinar í Sosialinum við tí boðskapi, at stórt hall verður á fíggjarlógini. Hetta er bygt á, at allar útreiðslur bara verða framskrivaðar og hækkaðar, soleiðis sum tølini vóru á fíggjarlógini fyri 2003. Og hetta er bygt á, at inntøkurnar verða minni, tí tey tiltøk, ið Karsten Hansen legði fram, verða ikki framd.

Skal ongin stýra búskapinum?
Men hetta er ábyrgdarleysur tíðindaflutningur. Tøl verða slongd út, sum ikki hava hald í veruleikanum ? og tað er skjótt at kanna hjá Fíggjarmálaráðnum. Tølini, sum Útvarp Føroya ber fram sum tíðindi, eru politiskt litaðar metingar.
Og onki verður spurt um, hvat ein nýggj samgonga skal gera fyri at taka teymarnar upp, eftir at landskassin hevur ligið í stjórnarloysi í tveir mánaðir.
Sjálvandi skulu politikararnir tryggja, at skil verður í búskapinum. Sjálvandi skulu politikararnir hava rygg til at spara og at útvega landskassanum neyðugar inntøkur. Og tað er hetta, sum ein ábyrgdarfullur tíðindaflutningur átti at hugt at.

Alibi fyri at tøma landskassan?
Eg eri stórliga bangin fyri, at tílíkur ábyrgdarleysur tíðindaflutningur kann fáa sera ringa ávirkan á búskapargongdina, um fólk trúgva tí.
Verri er tað, at tað tykist sum, at nú verður roynt at finna eitt alibi fyri, at ein komandi samgonga fer at sleppa teymunum og bara brúka av tí uppsparda peninginum í Landsbankanum til at fíggja eitt undirskot.
Haldi meg eisini hoyra, at leiðandi politikarar rógva fram undir, at studningur skal latast vinnuni til tess at fáa »hjólini at mala aftur«.

Aftur í 80?ini
eftir fáum vikum
Er hetta tað, sum liggur í kortunum, so mugu vit staðfesta, at tað tekur bert fáar vikur at enda afturi í 80?unum. Tað tekur bert fáar mánaðir at bróta alt tað niður, sum er bygt upp, um endamálið er at prógva, at vit onki megna í Føroyum.
Rakstrarætlanirnar hjá øllum teimum virkjum og fyritøkum, ið fingu studning í 80?unum, vístu jú altíð eitt stórt hall, um studningurin ikki varð tikin við. Tað bar jú altíð til at prógva, at onki kundi hanga saman uttan stóran studning.
Um tað er henda politikkin vit ynskja fyri Føroya land, so er tað ongin kunstur. Tað er lættasta ting av verðini at seta seg upp afturá og lata slúsurnar upp. Tað er lættasta ting av verðini at siga, at vit fáa onki gjørt, tí nú er so langt liðið út á árið.
Men fjølmiðlarnir áttu at verið meira at sær komnir enn at latið politikararnar sleppa við tí.