Úr ringastu armóð til gylt vallyftir

Seinasta hálva árið hava tær báðar Paula Neshamar og Sólja Petersen av Argjum arbeitt millum gøtubørn í Cape Town í Suður Afrika. Tær starvaðust á einum skúla fyri tey ringast staddu gøtubørnini. Her greiða tær frá teirra upplivingum, sum ikki altíð vóru serliga tespiligar

Tær greiða frá, at tað kennist ómetaliga løgið at koma aftur til Føroyar, nú valstríðið júst hevur leikað uppá tað harðasta. Ein ókendur kundi fingið ta fatan, at í Føroyum stendur ógvuliga illa til, og fólkið her í landinum líður neyð.
? Tað er stuttligt at koma heim úr slumminum í Cape Town til øll tey flottu vallyftini. Mann kundi trúð at Føroyar var í svárari kreppu, siga Paula Neshamar og Sólja Petersen sum við ein munn, tá vit spyrja, hvussu tað er at koma heimaftur til Føroyar eftir at hava livað millum tey ringast støddu gøtubørnini í Cape Town.

Lær at liva
Paula og Sólja, sum báðar eru 21 ára gamlar, fingu studentsprógv í 2002 og síðani arbeiddu tær ávikavist í barnagarði og sum stuðul hjá brekaðum. Tær høvdu báðar hug til at sleppa út í heimin og hjálpararbeiði lá teimum á hjarta.
Tær arbeiddu á einum kristiligum skúla fyri gøtubørn miðskeiðis í Cape Town. Tað er ein privatpersónur, sum hevur stovnað henda skúlan, og hann verður rikin við gávum frá fólki. Harumframt er eitt herbergi knýtt at skúlanum, har heimleys hava møguleika at sova undir taki.
Á skúlanum gingu umleið 90 næmingar, tá tær fóru avstað, og har vóru bert 5-7 lærarar til hesi børnini umframt fleiri ólønt hjálparfólk sum tær.
? Okkara fremsta uppgáva á skúlanum var ikki at læra børnini at lesa. Skúlin legði hinvegin størst dent á at læra børnini at liva og bera seg millum onnur menniskju. "Learn to live" var slagorðið hjá skúlanum, og tað var eisini júst tað, sum børnini høvdu mest brúk fyri. Tað, sum var mest umráðandi, var at læra tey "life skills", sum vit kallaðu tað á skúlanum, sigur Paula Neshamar um arbeiði á skúlanum.
Næmingarnir vórðu býttir upp í flokkar eftir førleika, og stórur munur var á næmingunum. Nakrir dugdu ikki bókstavirnar, meðan aðrir dugdu væl at lesa. Ætlanin við undirvísingini var eisini at fyrireika næmingarnar til víðari skúlagongd, men tað vóru bert heilt fáir, umleið fimm av tríati, ið sluppu víðari.

Bidda heldur enn at lesa
Uppgávan hjá Paulu og Sólju var at hjálpa læraranum í undirvísingini. Tær plagdu at fara út úr flokshølunum at lesa við einum næmingi í senn, meðan lærarin hevði vanliga undirvísing við restini av flokkinum.
? Fleiri av teimum dugdu at kalla einki av tí, sum tú vanliga væntar av einum barni. Fleiri av børnunum vóru analfabetar og fara ongantíð at læra at lesa, sigur Sólja Petersen.
Talið av næmingum var ikki serliga støðugt. Tá tær byrjaðu á skúlanum vóru 52 næmingar, men nú var talið komið uppá 90.
Fleiri næmingar velja heldur at bidda úti á gøtuni enn ganga í skúla og læra at lesa. Ein orsøk til at fleiri hóast alt koma í skúla er, at skúlin gevur teimum eina máltíð um dagin, og tí kann tað loysa seg hjá teimum at møta upp í skúlanum.
Trupulleikin í Suður Afrika er, at skúlagongd ikki er ókeypis. Øll skulu rinda fyri at ganga í skúla, og tí velja fleiri foreldur heldur at senda børnini út á gøtuna at bidda og stjala enn at ganga í skúla.
? Eg eri blivin ein glaðari skattgjaldari enn áðrenn, sigur Paula læandi, tá hon skal samanbera okkara framkomna vælferðarsamfelag við eitt tilafturskomið land sum Suður Afrika.
Tær greiða frá, hvussu ringa støðu ein vanligur borgari kann koma í, tá samfelagið ikki tekur sær av eitt nú óvæntaðari sjúkralegu. Kvinnan, sum ein teirra búði hjá, breyt ein dagin beinið. Hon var seingjarliggjandi í fleiri mánaðir, men einki trygdarnet var at lofta henni, og tí mátti hon klára seg uttan nakra inntøku yvirhøvur í tíðini, meðan hon var sjúk, og tá stóð ikki væl til í húsarhaldinum.

Rúsevni gerandiskostur
Tær greiða frá, at gøtubørnini nýttu nógv rúsevni, tá tað eydnaðist teimum at fáa fatur á teimum. Hetta var ein trupulleiki í skúlanum, tí fleiri børn vóru ávirkað av ymsum rúsevnum, tá tey møttu upp í skúlanum. Fleiri teirra høvdu sera aggresiva atferð, tá tey vórða ávirkað, og tað órógvaði arbeiði í skúlanum.
? Tey flestu av børnunum eru rýmd heimanífrá, tí at umstøðurnar heima við hús eru so vánaligar. Tey flestu hava onga hóming av, hvat lívið í veruleikanum snýr seg um, og hvat tað inniber at vera barn, sigur Paula um børnini á skúlanum.
Tær greiða frá, at fleiri av børnum eru bundin av rúsevnum, og tey vilja gera alt fyri at fáa hendur á slíkum evnum. Eitt nú var tað vanligt, at tey snoddaðu lím fyri at fáa ein rús.
? Tann eini drongurin, sum vit høvdu nógv samband við, fekk sína fyrstu yvirdosis sum sjey ára gamal. Hann er nú lammaður í høgru síðu av kroppinum, og heilin virkar ikki sum hann eigur orsakað av rúsevnismisnýtsluni, greiðir Sólja frá.
Hesin ávísi drongurin, sum er sekstan ára gamal, fer ongantíð at læra at lesa, og tí varð hann settur at arbeiða við leðri ístaðin, og tær minnast, hvussu errin hann var, tá hann sjálvur hevði gjørt sína fyrstu leðurtasku á verkstaðnum á skúlanum.
Børn við slíkum vanlagnum komu tær nógv í samband við á skúlanum, og tað var mangan hart at hugsa um, hvussu teirra lív fer at vera framyvir, tí har bíðar teimum ikki nógv gott.
? Fleiri av børnunum fingu pening til vega við at selja sín kropp til kynsliga misnýtslu við eitt nú vaksnum monnum. Tað er rættiliga óhugnaligt at hugsa sær, at fleiri av hesum heilt ungu børnunum hava rættiliga drúgvar royndir á hesum økinum, greiða tær frá.

Ræðusøgur
Tað kundi vera langt ímillum sólskinssøgurnar, tá tú arbeiðir á einum slíkum skúla, sum bert er ætlaður teimum allar ringast staddu børnunum.
? Tað kendist onkuntíð sum at vera við í einum ræðufilmi, sigur Sólja Petersen.
Hon sipar til eina ræðandi hending við einum av næmingunum. Ein dagin spurdust tíðindi um, at ein vandamikil brotsmaður var sloppin úr fongsli. Hesin brotsmaðurin hevði eftir øllum at døma okkurt at hevna og lá tí eftir hesum dronginum.
Drongurin var ræðslusligin, og hann flýddi um háls og herðar. Tær sóu hann ongantíð aftur á skúlanum, tí har var ov vandamikið hjá honum at vera, um nú hesin brotsmaðurin fór at leita har.
Tær vistu eisini um, at nakrir av næmingunum høvdu verið við til at tikið lívið av fólki eftir at hava brotið inn í húsum hjá teimum.
? Har hendu ting, sum mann ikki veruliga dugir at ímynda sær, sigur Paula um tær meira óhugnaligu upplivingarnar á skúlanum.
Spurningurin er so, um tær ikki kendu seg hóttar, tá tær dagliga livdu millum so grovar lógbrótarar?
Men hetta var ikki nakað, sum tær hugsaðu nógv um, tí at hóast fleiri av børnunum onga veruliga uppaling hava fingið, so merktu tær týðuliga, at tey flestu børnini høvdu stóra virðing fyri skúlanum, og tey høvdu munandi betri atburð innanfyri skúlans gátt enn uttanfyri, har tey mangan livdu á hinumegin lógarinnar mark.
Orsøkin er møguliga hon, at her upplivdu tey fyri fyrstu ferð í sínum lívi, at nakar var tilreiðar at geva teimum nakað, og at skúlin var har fyri teirra skyld, halda Paula og Sólja.
? Eg haldi, at á skúlanum føldu børnini, at tey vóru virðismett, og at tey vóru okkurt í mun til á gøtuni, har tey bert vóru eitt av mongum gøtubørnum, sigur Paula.
? Tó kundi tað vera sera strævið, tá mann veruliga royndi at hjálpa børnunum, men eingin bati var at hóma. Mann vil so gjarna hjálpa teimum, men í fleiri førum var tað næstan til onga nyttu, tí fleiri teirra enda hóast alt sum ólukkudýr. Tá kundi mann blíva rættiliga argur inn á hesi neyðars børn, leggur Sólja afturat.

Apartheid
Suður Afrika er mest kent fyri sína apartheid skipan, sum hevði við sær skilnað millum tann hvíta og svarta partin av fólkinum. Frá 1948 vóru apartheid lógirnar handhevjaðar við harðari hond, og málið var, at einki samband skuldi vera millum tey svørtu og hvítu. Tann hvíti minnilutin ráddi fyri svarta meirlutanum.
Paula og Sólja greiða frá, at leivdirnar frá apartheid skipanini framvegis eru sjónligar í dagsins samfelag, og hetta kemur til sjóndar á arbeiðsmarknaðinum, íbúðarviðurskiftunum og í teimum fíggjarligu og sosialu møguleikunum, har tey svørtu framvegis eru fyri vanbýti. Eisini fingu tær eina fatan av, at fleiri hvít høvdu ilt við at venja seg við broytingarnar, eftir at apartheid varð avtikið fyrst í nítiárunum.
? Vit hoyrdu á fleiri tilkomnum hvítum, at tey longdust eftir apartheid tíðini. Tá høvdu tey arbeiði, og kriminaliteturin var ikki so umfatandi. Hetta er ikki nakað, mann sigur hart, men tað lá mangan í luftini, tá tú tosaði við hvít tilkomin fólk, greiða tær frá.
Trupulleikin hjá fleiri hvítum er, at rasukvotur eru ásettar á arbeiðsmarknaðinum fyri at tryggja svørtum arbeiði fyri at minka um gjónna millum tey hvítu og svørtu. Tí missa fleiri hvít fólk starvið fyri at geva pláss fyri einum svørtum. Hetta verður gjørt fyri at minka um tann ovurstóra stættarmunin, sum framvegis ræður millum tey hvítu øðrumegin og tey svørtu hinumegin.
Tær leggja afturat, at tey ungu duga nógv betur at venja seg við tær nýggju tíðirnar, og tey hava ongar trupulleikar við teimum broytingum, sum vórðu settar í verk fyri umleið tíggju árum síðani. Men tað verða komandi ættarlið, sum skulu koma leivdunum frá apartheid til lívs, tí henda skipanin liggur framvegis djúpt í fólkinum.
? Eftir at apartheid er avtikið, eru myndugleikarnir farnir at skriva nýggjar skúla- og søgubøkur, sum skulu lýsa fortíðina frá øllum sjónarhornum. Áður vóru tað bert valdsharrarnir, ið skrivaðu søguna, sigur Paula.
Síðan apartheid varð avtikið er tað umráðandi at hava politiskt korrektan málburð, og tí eitur tað ikki ein "svartur persónur" longur, men tað er broytt til "previously disadvantaged people".
? Hetta hevur verið ein sera lærurík tíð, og vit kundu væl hugsað okkum at vitja Cape Town einaferð enn, um vit fingu møguleikan, siga Paula og Sólja at enda. Nú skulu tær finna arbeiði sum skjótast, tí ein slíkur túrur er ikki ókeypis.