Leygarkvøldið kom eitt nýtt fiskifar á Vág og nógv fólk vitjaðu umborð at fregnast og fegnast. Enn ber farið navnið Brodd, men brátt kemur at standa Nesborg ístaðin. Tað eru nevniliga menninir handan felagið Tvøran, sum m.a. eigur Nesborg, sum nú skifta gomlu Nesborg út við nýggja farið, sum sostatt nýtir fiskiloyvið hjá Nesborg.
Tann 29/01-04 klokkan 11 yvirtóku umboð frá Tvøruni bátin í Ålesund og Merkið varð vundið á stong.
Talan er um far, sum er bygt til Íslands í 1990, men í 1995 fór báturin til Noregs, varð longdur, og fekk navnið Brodd. Men nú báturin kemur til Vágs, verður navnið Nesborg. Báturin er 34 metrar til longdar og 7,90 metrar breiður. 7 mans verða við, tá Nesborg fer til fiskiskap ? væntandi um einar 14 dagar.
Stórur munur er á gomlu Nesborg og nýggja farinum. Gamla Nesborg er gamalt skip, skrokkurin er 43 ár og er Nesborg umbygd til trolara, ella tað ið minnir um, so partar eru nakað yngri, tó yvir 20 ár. Nýggja farið er bygt trolari og munurin er m.a. at eitt dekk er afturat, so menn standa inni. Enn frættist lítið um endaliga prísin, tí enn er ikki endaliga uppgjørt. Men hýrurin er góður á monnum og skemtiliga verður tikið til, at prísurin svarar til tað, ið upsaprísurin er í Føroyum í dag! Óváttað tíðindi vilja tó verða við, at keypsprísurin er millum 3 og 4 milliónir krónur. Tað skilst, at menn hava góðar vónir við nýggja farinum.










