Miðvís føroysk mistíðindi

    

Virgar T. Dalsgaard
?????????????????????

Sakleysir danir og føroyskir útisetar verða javnliga plágaðir í donskum fjølmiðlum av sonevndum fólkaupplýsarum úr Føroyum. Hesi framligu frásøgufólk, sum algoyst vilja geva dønum sítt heilt privata verðinsbílæti, hava mest sum altíð tað til felags, at tey hoyra til tann rabiata loysingarvongin í Føroyum.
Hetta gevur øgiliga slagsíðu í tíðindafluttninginum og er við til at geva dønum eina ógvuliga karikeraða mynd av føroyingum og føroyska samfelagnum. Absurda villleiðingin av dønum er gjørd við beráddum huga, tí føroysku mistíðindamenninir kunnu jú hjúkla um sína paranoia við seinni at brigsla dønum, at teir vita ov lítið um føroysk viðurskifti, so mistíðindamenn eru næstan altíð heilgarderaðir!
Føroyska heilavaskingin av donsku opiniónini hevur verið miðvíst stýrd í meira enn ein mansaldur, men hon hevur vundið nógv uppá seg! Hetta groteska fyribrigdið hevur í líka so langa tíð givið okkum útisetum nógv arbeiði við alsamt at skulla dementera, justera og korrigera vitleysar søgufalsanir, soleiðis at forfardir og manipuleraðir danir fáa eina objektivari og meira nuanceraða mynd av Føroyum.
Tað er ein heil junta av sonevndum mentafólki, sum saman við miðlamonnum loftar naivum donskum fjølmiðla-monnum, lumpar teir og billar teimum alskyns møsn inn!
At danski fjølmiðlaheimurin ferð eftir ferð júst dettur niður á sovorðin frelst fólk, er heldur enn ikki gátuført, tí tað eru somikið nógvir skilagóðir føroyingar, sum duga væl at málbera seg, og sum bæði eru søgukønari og nógv meira sakligir enn teir fullveldis-missionerarnir, sum altráðir troðka seg framat í donskum miðlum!
Man tað vera nakar, sum mælir donskum miðlamonnum til stórt sæð bara at forlova seg við frelstum loysingarfólki, tá ið teir skullu senda tíðindi úr Føroyum? Hví verða sambandsfólk og javnaðarfólk lopin um? Hvør man vísa dønum á so stakløgin heimildarfólk, og hví er so eiðasør javnvág í føroysku úrveljingini?
Tey fólk, sum danir finna fram á, eru ikki júst tyngd av analytiskum gávum - tey eru harafturímóti sera forútsigilig, tey eru ódámliga missionerandi og tað mesta, tey jabba av sær, eru rættiliga mekaniskar trúttandi endurtøkur av avgomlum slitnum klichéum, sum fyrst feðgarnir Patursson messaðu og undirhildu við meginpartin av farnu øld, og sum aftur teir ósmædnu og stórgorr-andi Hoydals-feðgarnir eru farnir at júka við hesi seinastu sjey árini!
Tríggir trútnaðir træknívar
Sjálvan føroyska valdagin, tann 20. januar máttu tolnir og hart royndir danskir lurtarar aftur standa fyri skotum. Nú høvdu danskir útvarps-journalistar trilvað seg framá eina sjáldsama løgna trio í halleluja-kórinum hjá tjóðveldisflokkinum.

Tann fyrsti filosoffurin í donskum varpi var harra Hermaður Oskarssonur, sum skal eitast at vera uttanveltaður embætismaður og formaður í polit-bureau (búskaparráðnum). Hesin nýfrelsti fíggjarligi liberalistur hevur fyrr víst, at hann kann sveiggjað sum pendul við risastórum amplitudum; hann er ideologiskt ekstremt fleksibul og hevur politiska clairvoyancu og dømikraft sum bert hendingafáur. Hann var t.d. ovurvinstrahallur maoistur og fagnaði tí tilafturskomna og kommunistiska Albania í 70´unum sum fyrimyndarliga mynstursamfelagið, og hann profeteraði, at tað blóðfátæka Mao-landið fór at vinna á øllum øðrum samfeløgum í heiminum við síni genialu planøkonomi (sic); men pendulið hjá honum hevur, síðani Berlinmúrurin datt, sveiggjað so langt hinvegin, altso til høgru, at sjálvt ultraliberalir fólkaflokksmenn hava ilt við at elta hann í asocialari og fíggjarligari kynismu! Hann hevur nú heilt gloymt og fortrongt sítt albanska nirvana. Hermaður er ótroyttiligur teoretikari og veruleikaflýggjari par exellence - praktiski og besverligi gerandisdagurin rínir ongantíð við hann, hann varnast als ikki støðuna beint uttan um seg, hvørki í Føroyum ella á Balkan!
Hesin sorgleysi opportunistur og ein av fremstu høgnesisku missionerunum málaði valdagin eina optimistiska fagurleikamynd av føroyska samfelagnum við so ovurhonds ljósareyðum litum, at sjálvt tær vónríku lýsingar av maoistiska paradísi hansara, Albaniu fyrst í 70´ unum beinleiðis bliknaðu!
Valdagin var føroyska økonomiin, sambært Oskarssoninum heilt ómetaliga sterk - hon hevði aldri verið betri, helt Hermaður fleiri ferðir fyri! Tað var, sambært Hermanni at kalla einki arbeiðsloysi í Føroyum, fólk vóru glað, bjartskygd og fegnaðust serliga um fíggjarligu útlitini, og so hevði niðurskurðurin av blokkinum als ikki nervað føroyska búskapin, nærmast tvørturímóti!
Slíkt steinørt slutur segði formaðurin í okkara sonevnda búskaparráði. Eftir øllum at døma var hann edúur! Hvussu er ein slíkur økonomur innrættaður? Tað tykist sum um hansara dømikraft viðvíkjandi Føroyum í dag er líka so naiv, órealistisk og ábyrgdarleys sum meting hansara av Albaniu í 70´unum!
Tann annar filosoffurin var harra Sunnuleivur Rasmussen, tónaskald og himmalfegin mentarmaður! Hesin lítillætni sunnudagsgarpur hevur leingi billað bæði sær sjálvum og øðrum inn, at hann er tað kvalificeraða føroyska svarið uppá bæði Mozart og Beethoven!
Vit lurtarar fingu valdagin varhugan av, at áðrenn fullveldissamgonguna høvdu Føroyar ikki rættiliga uppiborið Sunnuleiv, tí hann við sínum intellekti og sjáldsama talenti leingi hevði verið alt ov stórur fyri Føroyar. ?, MEN bíða nú, síðani fullveldisgonguna vóru Føroyar andiliga nógv vaksnar og nærmast musikalskt bólgnaðar upp til hansara niveau, soleiðis at hann nú ikki fírdi fyri at lata seg heilt tónafjøtra av oyggjunum. Tað var forvitnisligt at hoyra!
Sunnuleivur Rasmussen var nú avbera bjartskygdur um bæði sína egnu framtíð og føroysk tónalíkindi yvirhøvur. Hann visti at siga, at fólk bæði syngja og spæla um allar Føroyar nógvar ferðir meira enn fyrr! Hann var púra ovfarin av sovorðnari musikalskari grøði! Sum tjóðveldismenn flestir metir Sunnuleivur helst kvantitet munandi hægri enn kvalitet
Sambært Sunnuleivi er næstan einki óført á tónaøkinum, síðani vit hava fingið fullveldis-toganina. Hann næstan kendi tað á sær, tá ið hann ferðaðist í sínum tronga umhvørvi, at tónar beinleiðis spríktu upp úr berari hellu! Hví hesi gróðrarlíkindi ikki hava verið fyrr, greiddi hesin tonkjari ikki frá! Vóru tað so fáir føroyingar, sum trivu í eitt ljóðføri ella skóru út í song, áðrenn Sunnuleiv? Vit mugu nú seta musikalskt mark og vraka alt úr præ-sunnuleivskari tíð!

Tann triði filosoffurin var sjálvur pontifex maximus, evstiprestur í føroysku menta-meinigheitini, formaður í rithøvundafelagnum, superfrelst tjóðveldisskald, týðari av lættisoppabókini Potta-Harry, mest trúgvi og fasti klientur hjá danska listagrunninum (Dansk Kunstfond), tann ovurbeskedni, harra Gunnar Hoydal!
Hann hevði eisini sínar messandi hugleiðingar um, hvussu óført tað var at vera til beint NÙ, hvussu fantastiskt tað var at vera føroyingur, men eisini menniskja, og at NÚ, júst nú bar til at fáa føroyskar bøkur týddar beinleiðis til enskt mál, og ikki sum fyrr via danskt. Tað heilt stóra framlopið, sum sjálvandi skyldaðist landsins fráfarna stýri, var, at nú var eitt av egnu produktum hansara týtt til enskt, og harvið kunnu kanska milliardir fáa lut í og kveita inn í forvitnisliga og løgna hugaheim hansara! Hetta má vera eitt týðandi lið í globaliseringini!
Hesin beskedni, nærmast eyðmjúki mentajassur prátaði eisini, heilt hugtikin av sær sjálvum um, hvussu mentanin bara vaks og blómaði rundan um hann og landsstýrið! Vit fingu nærmast varhugan av, at politikkur fyrr mest hevði verið bondsk og karrá prosa, men nú við høgnesiskum stýri var tað poesi! Hvar hesin ovurmentaði Gunnar vappaði, og hvar hann ferðaðist, vóru bara bøkur, list, mentarfólk og mentagróður, og hann var sera takksamur mótvegis lagnu, socialum umhvørvi og landsins stýri! Hann hevur nú heldur ikki sørt at takka fyri!
Prosaiskir og undrandi lurtarar mugu spyrja: Hvør hevur nakrantíð forðad fyri, at føroyskar bøkur skuldu verið týddar til eitthvørt mál á knøttinum? Hava danir skyldina, og hevur tað nakað sum helst við okkara stjórnarviðurskifti at gera? Er tað ikki bara egin kleyvarskapur, um
Gunnarstankar ikki eru globaliseraðir fyrr enn nú?
Annars mistekur menta-Gunnar seg her, tí Feðgar á ferð er týdd úr føroyskum beinleiðis til eingilskt fyri nógvum árum síðani!
Hættislig eskapisma
Hetta vóru teir tríggir træknívarnir, sum sjálvan valdagin á klombrutan hátt í donskum útvarpi royndu at telgja søguna eftir frelstum og serføroyskum tjóðveldisleisti.
Optimisma kann vera neyðug viðhvørt, men tá ið hon verður til eskapismu og beinleiðis søgufalsandi lívslygn, er hon vamlislig og andstyggilig.
Hesir tríggir uppgjørdu kuvøsu menn skullu vita, at tað blómandi paradísið Føroyar, sum teir royndu at fyrigykla dønum, er eitt land, sum ikki er til! Tvørturímóti - tað niðurpínda trotabúgvið, sum komandi landsstýrið skal rudda upp í, er í álvarsamari fíggjarligari neyðstøðu, tað er eitt land, sum er systematiskt mishandlað í skjótt sjey ár. Paradísið, sum Hermaður sigur, at hann sær, hevur sjáldan verið verri fyri fíggjarliga enn beint nú. Høvuðsvinnan er í kreppu - landsins likviditetur er nullstillaður; harafturat tørva flestøllum amboðum, skipum og bygningum grundleggjandi sanering. Mentanin er einsrættað, privatiserað og monopoliserað av tjóðveldis-herðaklapparum! Optimisman hjá Sunnuleivi og mentaGunnari er stupid flýggjan frá veruleikanum!
Annars skullu teir báðir kulturgarpar vita, at mentunnarliga hava vit føroyingar aldri verið meira provinsiellir og kritikkleysir enn júst undir hesum nalvaskoðandi óvitastýri!
Skal føroyska samfelagnum vera lív lagað, má skerast inn á bein, og træknívar bíta ikki!