triðja setti við at vinna 16-14, eftir at Fram hevði verið á odda 14-11 eitt skifti. Fleyr hevur gott fólk í ár, og við venjaranum Klæminti Isaksen á odda verða tað ivaleyst teir, sum fara at geva ÍF a størstu [...] kappingarár í fjør, men teir tykjast ikki vera eins væl fyri og í 1997/98. Í øllum førum vóru teir púra fyri ongum herfyri móti Fleyr, sum hinvegin sær út til at hava eitt betri lið enn seinasta kappingarár. Fleyr [...] dini hjá monnum skulu á vøllin aftur. Hvør kann taka Mjølnir? Hjá kvinnunum røkist einki fyri, at nakar fer at standa Mjølni kurl í ár. Føroyameistararnir úr Klaksvík hava bert spælt tver dystir higartil
um allar bilverksmiðjur nú á døgum hava sett sær fyri at seta VW Golf upp á pláss, sigur blaðið. ? Focus er tann triðji bilurin á rað, sum kann reypa av at hava 10 cm størri ásafrástøðu enn Golfurin, sum [...] vit fara at síggja nógv meira til í komandi tíðum. Mercedes er væl á veg við hesi skipan, og bilarnir hjá General Motors hava longu skipanina undir heitinum »On-star«. ESP tilhoyr Tað fer eisini at kunna [...] kunna bera til at keypa eitt elektroniskt stabilitetsforrit. ? Okkara bilur koppar ikki, siga Ford-fólkini og vinna harvið inn á Mercedes. Nýggj hjólupphang tryggja betri hjólføring enn fyrr, eisini tá bremsað
góðu gávur til okkara. At trúgva er at takka fyri hetta. takka fyri, at hetta geldur teg og meg. Trúgv er at takka fyri Guds góðu gávur til okkum menniskju. Og vit fáa hesa trúgv við at hoyra ? hoyra gleð [...] gleðiboðskapin. Við at hoyra Orðið virkar Andin inn á okkara vilja, ja, skapar trúgv og kærleika við í hjørtum okkara. At trúgva, er at takka fyri hetta, at Gud eisini skapaði trúnna í tær og mær. So liggur [...] frælsi til at gera tað góða og ikki til at gera tað ónda. Gud hjálpi okkum at virka har vit eru sett. At virka fyri tí góða. Gud hjálpi okkum til tað! David Johannesen
varð funnið varð grasdansur á skránni, í fyrra lagi fyri at takka fyri staðið og í seinna lagi fyri at trampa grasið niður, so tað gjørdist flatt og gott at seta tibiini á. Dansurin er eftir føstum mynstri [...] gamal drongur, ið livir eitt heilt vanligt lív. At hann dansar indianskan dans er at líkna við, at tey dansa føroyskan dans. Jason fekk eisini høvið at uppliva føroyskan dans. Skúlabørnini, ið eru óføra [...] Jason, var klárur yvir, at børnini høvdu eina ímyndan av indiánum, sum í ein mun er í tráð við ta myndina vit síggja í gomlum filmum, og hann royndi tí at gera teimum greitt, at Jason er ein heilt vanligur
fólkið har norðuri: at tey hava viljan til, og at tey megna at varðveita eina veiðumentan í einum nútímans ídnaðarsamfelag. Og so ikki minst at tey nú av fullum huga virka fyri at varðveita og endurskapa [...] higartil, og at politikkararnir læra seg at »hoyra grasið grógva«. Tað er tað higartil lítið, sum bendir á. Men hetta kann fara at broytast, og enn er ikki ov seint. Jóannes Dalsgaard dylur ikki fyri, at vitjanin [...] ávirkað av viðurskiftum, sum henda sunnan fyri, í teimum stóru ídnaðarøkjunum. Jóannes Dalsgaard heldur sjálvur, at vit føroyingar gera alt ov lítið fyri at sýna áhuga fyri fólkunum, sum liva kring pólkringin
var grundarlagið fyri Kyndlasigrinum lagt, og fyri aðru ferð á rað noyddust føroyameistararnir úr Havn við ongum. Herfyri taptu teir móti H71, og nú lógu teir eisini undir móti Kyndli. Fyri tey uttanveltaðu [...] Neistanum, sum eisini er komin óvæntað væl frá byrjan í ár. Vestmenningar noyðast at ásanna, at teir ikki eru heilt so væl fyri sum seinasta kappingarár, í øllum førum ikki enn, og samstundis hava onnur lið [...] hann átti munin á liðunum. Kyndil vann 31-28, eftir at vestmenningar høvdu verið á odda 18-15 í hálvleikinum. Fyrsta álopið í dystinum endaði við, at Kyndil skeyt á stongina, men tað var VÍF, sum kom betur
leygardagin, men tað verður ikki fyri tað góða spælið, at fólk fara at minnast dystin. Serliga í seinna hálvleiki var millum lítið og einki fantilsi á, og liðini skiftust um at gera mistøk. So var betri skil [...] skil á í fyrra hálvleiki, tá bæði liðini skiftust um at gera mál. Heimaliðið kom betur frá byrjan, men tað var skjótt, at Stjørnan eisini kom við, og liðini fylgdust upp eftir. Eitt skifti móti endanum av [...] Tað skuldi vísa seg, at tað í seinasta enda blivu nervarnir, sum avgjørdu dystin. Støðan var 20-19, klokkan vísti 28 minuttir, og Stjørnan fekk brotskast. Sólvá Eystberg varð sett at skjóta. Hon skuldi havt
síðstu viku varð roknað við, at tað fór at verða torført hjá Juliani Johnsson og teimum, og í fyrra umfarinum leygardagin var tað lítið, sum bendi á, at teir fóru at vinna stórsigur. Kjelsås pumpaði høgar [...] rættin at taka lut í fremstu fótbóltsdeildini í Noregi. ? Eg skilji á lagnum, at summir spælarar hava klausul í sáttmálanum, sum sigur, at um felagið flytir niður, so eru teir leysir. Tað vil siga, at um vit [...] eisini í áskoðarainntøkum. At áhugin millum fólkið er stórur fyri felagnum varð staðfest í, at umleið eitt túsund fólk koyrdu til Oslo ? í bili tekur tað eini fimm korter ? at stuðla okkum, og hvat úrslitinum
eisini verða noydd til at føra ein meira vinnulívsvinarligan politikk enn í dag, fyri at skapa neyðugu fyritreytirnar hjá íverksetarum til at stovnseta egin virki, fyri soleiðis at skapa nýggj arbeiðspláss [...] ynskir fullveldi er neyðugt, at tað verður trú uppá, at tað er møguligt at gera nakað serstakt og at verða nakað serstakt. Um ein ynskir nakað í dag, er neyðugt at arbeiða fyri hesum og soleiðis er eisini [...] alneyðugt, at tað almenna kjaki verður so objektivt sum møguligt, fyri soleiðis, at kunna upplýsa um bæði fyrimunir og vansa ? ikki bert annað av teimum. Ein nýtist ikki at verða búskaparfrøðingur fyra at síggja
er við á sýningini. Tað kemst av, at Ingrid Drottning fyri nøkrum árum síðan lat Forngripasavninum modellskipið til gávus. Umframt framsýningina er eisini skipað fyri tombola, hesa vikuna. Birgar Johannesen [...] sigur í hesum sambandi, at talan er um rættiliga góðir vinningar, har fólk kunnu vinna gávukort, skrivstovustól, ræstan fisk, bøkur og fløgur og gávukort til bensin. Tey, sum vinna, kunnu skriva navn og [...] B36 hava skipað fyri. Á framsýningini eru eini 20 modellskip av skipum, sum eru smíðjað á Skipasmiðjuni í Havn, ella hava tilknýti til Havnina. Modellskipini eru fingin til vega við at spyrja fólk, sum