Neistin dróg longra stráið móti Stjørnuni leygardagin, men tað verður ikki fyri tað góða spælið, at fólk fara at minnast dystin.
Serliga í seinna hálvleiki var millum lítið og einki fantilsi á, og liðini skiftust um at gera mistøk.
So var betri skil á í fyrra hálvleiki, tá bæði liðini skiftust um at gera mál. Heimaliðið kom betur frá byrjan, men tað var skjótt, at Stjørnan eisini kom við, og liðini fylgdust upp eftir. Eitt skifti móti endanum av seinna hálvleiki var Neistin á odda 12-9 og hótti við at rýma frá Stjørnuni, men útiliðið kom aftur í aftur, og støðan í hálvleikinum var 14-12 til heimaliðið.
Seinni hálvleikur byrjaði nøkulunda á sama hátt, men sum tíðin gekk, og tað gjørdist meira spennandi, bleiv minni skil á spælinum. Norska Heidi Harviken, sum hevur víst at vera ein góður fongur hjá Neistanum í ár (hon er skiftisnæmingur á Læraraskúlanum), misnýtti tvey brotskøst á rað í 1. og 10. minutti av seinna hálvleiki, men Neistin helt kortini nøsina frammanfyri alla tíðina. Harviken var aftur hesaferð toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum, men eisini Annika Thomsen, sum gjørdi fimm mál, spældi ein góðan dyst.
Men munurin bleiv ongantíð størri enn tvey mál, og sum so ofta, tá dystirnir eru tættir og spennandi, hvørvur tað góða spælið, og tað verður satsað meir upp á styrki. Tá góðir tíggju minuttir vóru eftir, tók Stjørnan eitt tiltrongt time-out, og eftir tað kom meira skil á aftur.
Brent brotskast kostaði dýrt
Tað skuldi vísa seg, at tað í seinasta enda blivu nervarnir, sum avgjørdu dystin. Støðan var 20-19, klokkan vísti 28 minuttir, og Stjørnan fekk brotskast. Sólvá Eystberg varð sett at skjóta. Hon skuldi havt royndirnar, men skotið fór við síðuna av málinum. Neistin fór í álop og skoraði til 21-19, og so var vinnarin funnin. Dramatikkurin var ikki av enn, tí Stjørnan kom upp á 21-20, og tá Neistin skuldi byrja aftur uppi á miðjuni, varð dømt fríkast til Stjørnuna, tí ein spælari hjá Neistanum stóð skeivu megin miðstrikuna. Men tað eydnaðist ikki Stjørnuni at koma upp á javnleik, og tað var eitt sindur spell, tí tær høvdu í roynd og veru uppiborið betri.
Men eydnan var ikki við teimum leygardagin, og Neistin fór avstað við øllum.
Neistakvinnur hava vunnið allar sínar dystir higartil og hava átta stig. Men tað er framvegis nógv, sum restar í hjá Neistanum. Leygardagin vóru tær hepnar at vinna, og fleiri av spælarunum spældu illa. Liðið er ungt og nýtt, og enn hava tær ikki havt mótgongd. Men tað skal annað til enn tað, tær vístu móti Stjørnuni, um tær skulu geva Kyndil ein góðan dyst komandi sunnudag.