ÍF líkist einum favoritti

Flogbóltur: A-liðið hjá ÍF-monnunum hevur sett beina kós móti gullinum. Einasta lið, sum í løtuni sær út til at kunna hótta fuglfirðingar, er Fleyr

Tað sær í løtuni gott út hjá ÍF. Fuglfirðingar hava lagt seg á odda í meistaradeildini hjá monnum, og á vegnum hava teir vundið burtur úr bæði Mjølni, sum vann føroyameistaraheitið seinasta kappingarár, og Fleyr, sum í løtuni má sigast at vera næstbesta liðið í deildini.

Um ÍF, sum í ár hevur tvey lið við í meistaradeildini, verður føroyameistari, er tað fyrstu ferð síðani oyggjaleikaárið í Føroyum 1989, og tá flogbóltskappingin endar, eru tað tíggju ár síðani seinast.

ÍF a hevur, síðani kappingin byrjaði, vunnið 3-1 á Fleyr heima og 3-0 í Klaksvík móti Mjølni, og hetta eru úrslit, sum benda á, at fuglfirðingar ætla sær okkurt stórt í ár. Kappingin er framvegis á byrjunarstiginum, men ein góð byrjan er byrjanin til ein góðan enda, og í løtuni er a-liðið hjá ÍF væl koyrandi.


Fleyr yvirhálað Fram?

Fram hevði eitt gott kappingarár í fjør, men teir tykjast ikki vera eins væl fyri og í 1997/98. Í øllum førum vóru teir púra fyri ongum herfyri móti Fleyr, sum hinvegin sær út til at hava eitt betri lið enn seinasta kappingarár.

Fleyr vann dystin 3-0, og bert í triðja setti gav Fram hinum havnarliðnum nakra veruliga mótstøðu. Fram hevur mist nakrar av lyklaspælarunum, men teir eiga framvegis at hava eitt lið, sum kann gera seg galdandi ? men tað verður ikki við avrikum sum tí móti Fleyr í síðstu viku. Fleyr vann tvey tey fyrstu settini ávikavist 15-3 og 15-4, og teir settu punktum í triðja setti við at vinna 16-14, eftir at Fram hevði verið á odda 14-11 eitt skifti.

Fleyr hevur gott fólk í ár, og við venjaranum Klæminti Isaksen á odda verða tað ivaleyst teir, sum fara at geva ÍF a størstu mótstøðuna í ár. Hesi liðini hava sum sagt longu spælt eina ferð í ár, og næsti dystur teirra millum verður 4. desember í Gundadalshøllini. Nógvir aðrir dystir skulu spælast áðrenn henda dystin, men um tað gongur sum nú, kann hetta gerast ein áhugaverd uppgerð.

Orsakað av FK-kappingini liggur landskappingin nú still fram til 7. november, tá øll liðini í meistaradeildini hjá monnum skulu á vøllin aftur.


Hvør kann taka Mjølnir?

Hjá kvinnunum røkist einki fyri, at nakar fer at standa Mjølni kurl í ár. Føroyameistararnir úr Klaksvík hava bert spælt tver dystir higartil, meðan eitt nú Fleyr a, sum í løtuni er á odda í meistaradeildini, hevur spælt heili fimm dystir. Av teimum fimm hava Fleyr-kvinnurnar vunnið tríggjar og tapt tveir og hava settmunin 12-7. Mjølnir hevur hinvegin vunnið báðar sínar dystir higartil og hevur ikki tapt nakað sett enn.

Mjølnir-liðið hevur nógvar royndir og er væl samanspælt, so tað er í løtuni ilt at fáa eyga á nakað annað lið, sum veruliga kann hótta liðið hjá klaksvíkskvinnunum.