Jónsson jarðlegði VÍF

Hondbóltur: Seinastu árini hevur tað verið langt millum sigrarnar hjá Kyndlamonnum móti VÍF. Men sunnudagin kom ein av teimum, og tað var fyrst og fremst spælandi venjaranum Jacobi Jónsson fyri at takka

Tá tosað verður um manshondbólt í Føroyum, verður fyrst og fremst tosað um tvey lið: Kyndil og VÍF. Í kappingarskipanini hjá HSF síggja vit, at í tíðarskeiðnum 1943-98 hevur Kyndil vunnið føroyameistaraheitið 27 ferðir, meðan VÍF hevur verið føroyameistari 18 ferðir. Síðani er eitt rættiliga langt lop niður til ávikavist Neistan við fýra FM-heitum, StÍF við trimum og SÍF við einum.

Teir báðir risarnir í føroyskum manshondbólti brustu sunnudagin saman í ítróttarhøllini á Hálsi. Seinastu árini hava vestmenningar sum oftast verið við yvirlutan, og teir hava eisini vunnið FM seinastu tvey árini.


Venjarin gekk undan

Bæði Kyndil og VÍF hava funnið sær spælandi venjara úr øðrum landi hetta kappingarárið. Og sunnudagin var eingin ivi um, hvør av hesum fór at stjala yvirskriftirnar í dag. Meðan VÍF-venjarin Daniel Rapa bert var inni seinastu tjúgu minuttirnar av dystinum og ikki gjørdi tær stóru skreytirnar, gjørdist Kyndla-venjarin Jacob Jónsson maðurin í miðdeplinum og hann átti munin á liðunum.

Kyndil vann 31-28, eftir at vestmenningar høvdu verið á odda 18-15 í hálvleikinum. Fyrsta álopið í dystinum endaði við, at Kyndil skeyt á stongina, men tað var VÍF, sum kom betur frá byrjan. Verjan stóð væl, og í málinum kom Eli Müller sera væl frá byrjan. Tað gjørdi Martin Hummeland eisini, og hann legði VÍF á odda 2-1 og 3-1 eftir kontraálop. Leiðslan øktist støðugt, og tá fyrra umfarið var hálvleikt, var støðan 11-6 til VÍF, og ein Kyndlamaður varð tveittur út í tveir minuttir. Hesa løtuna hevði VÍF góð kort á hondini, men við einum manni færri minkaði Kyndil til bæði 7-11 og 8-11. Ein av høvuðsorsøkunum til hetta var, at ungi Hallur Danielsen nú var komin í Kyndlamálið at standa. Hann byrjaði við eini framúrskarandi dupultbjarging, og so var hann longu inni í dystinum, sum hann slapp sera væl frá. Stutt seinni var munurin minkaður niður í 13-11, men so fótaðu vestmenningar sær aftur, og teir fóru til hálvleiks við støðuni 18-15. Áki Olsen setti ikki ein fór skeivt í fyrra hálvleiki, og hann skeyt 10 mál fyrstu 30 minuttirnar! Eitt dømi um, hvussu stórar trupulleikar Kyndlaverjan hevði av honum, kom, tá tveir Kyndlamenn vórðu útvístir í senn fyri at hava steðgað honum ólógliga?


VÍF steðgaði upp

Seinni hálvleikur byrjaði sum tann fyrri, bert var tað hesaferð VÍF, sum skeyt á stongina. Men so fór Kyndil og serliga venjarin í gongd. Upp á fimm minuttir tók heimaliðið seg inn á aftur VÍF og legði seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, tá Rúni Poulsen skoraði til 19-18. Vestmenningar vóru týðiliga skelkaðir, og einki bar til hjá teimum hesar fyrstu minuttirnar av seinna hálvleiki. Støðan var rættiliga lík teirri í kvinnudystinum, sum hevði verið beint frammanundan millum somu feløg. Hjá monnunum bleiv munurin ikki so stórur, men dysturin tók kortini eina avgerandi vend fyrstu fimm-tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki.

Jacob Jónsson var rættiliga í hopla, og hann fekk eini tvey mál við, at Kyndil sentraði, og hann rann beint ígjøgnum VÍF-verjuna, sum snorksvav. Síðani bleiv Martin Hummeland settur at mansverja Jacob Jónsson, og tað tók broddin eitt sindur av Kyndlaliðnum, men tað hjálpti ikki nógv, tá íslendski venjarin eisini var ein sannur brandur í verjuni og blokeraði skotum frá øllum trimum skjúttunum hjá VÍF ? Áka Olsen, Sámali Joensen og Daniel Rapa.

Við hesum var grundarlagið fyri Kyndlasigrinum lagt, og fyri aðru ferð á rað noyddust føroyameistararnir úr Havn við ongum. Herfyri taptu teir móti H71, og nú lógu teir eisini undir móti Kyndli. Fyri tey uttanveltaðu kann hetta bara vera gott, tí tað skapar meira spenning í kappingina, sum VÍF hevur dominerað seinastu tvey árini.

Tað er kanska nakað tíðliga at skíra Kyndil sum FM-kandidat longu nú, men í løtuni sær gott út hjá teimum grønu, sum nú eru á odda í kappingini. Komandi vikuskifti spæla teir móti Neistanum, sum eisini er komin óvæntað væl frá byrjan í ár. Vestmenningar noyðast at ásanna, at teir ikki eru heilt so væl fyri sum seinasta kappingarár, í øllum førum ikki enn, og samstundis hava onnur lið tikið seg fram. VÍF hevur frí næsta vikuskifti, men mikudagin um eina góða viku hava teir heimadyst móti Tjaldrinum, og tann dystin eigur VÍF at vinna.