Modellskip í SMS

Forvitnislig framsýning av skipamodellum er á Torginum í SMS hesa vikuna. Umframt tað er tombola, har fólk kunnu vinna góðar lutir og gávukort. Framsýningin er til og við leygardegnum

Framsýningin » Havnin og skipini» læt upp á Torginum í SMS í gjár, og er fram til Leygardagin 7. november kl. 17.

Hetta er forvitnislig framsýning, sum stuðlar hjá B36 hava skipað fyri.

Á framsýningini eru eini 20 modellskip av skipum, sum eru smíðjað á Skipasmiðjuni í Havn, ella hava tilknýti til Havnina.

Modellskipini eru fingin til vega við at spyrja fólk, sum hava skil fyri slíkum og sum eiga skip.

Eitt nú hevur Eiler Jacobsen, Shell, Skipafelagið, Skipasmiðjan, John Dam og Forngripafelagið latið tilfar til sýningina.

Ferðaskipið Dr. Alexandrine, sumvarð bygt í 1927, er við á sýningini. Tað kemst av, at Ingrid Drottning fyri nøkrum árum síðan lat Forngripasavninum modellskipið til gávus.

Umframt framsýningina er eisini skipað fyri tombola, hesa vikuna.

Birgar Johannesen, ein av stigtkarararunum, sigur í hesum sambandi, at talan er um rættiliga góðir vinningar, har fólk kunnu vinna gávukort, skrivstovustól, ræstan fisk, bøkur og fløgur og gávukort til bensin.

Tey, sum vinna, kunnu skriva navn og bústað á lutaseðilinog lata hann inn.Tá framsýningin endar leygardagin, verða øll við í einum kapping um ferð við Norrønu til Bergens í summar.