flakavirki í Føroyum, og tað gongur væl hjá teimum, og hetta kastar nógvar pengar av sær, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur seg eisini til sítt í spurningi um, hvør eigur at eiga og ikki. ?Tað snýr seg [...] reellur trupulleiki, tí hetta er nakað, ið advokatar fáast við hvønn dag. Hann leggur kortini afturat, at hann ikki vil vera formaður fyri ein hvønn prís og vísir á, at formaðurin kann vera skiftur út [...] hann hevur trupult við at síggja, hvussu samgongan skal kunna avgreiða hetta mál við teimum ósemjum og tvídráttum, sum støðugt stinga seg upp í hesum døgum. Formaður Javnaðarfloksins heldur eisini, at tað
Netto rentuinntøkurnar fóru úr 25,6 mió. kr. og upp í 25,5. Netto kostnaðarinntøkurnar hækkaðu eisini nakað upp í 26,7 mió. kr. Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting hækkaðu við meira enn einari millión [...] Avskrivingar og burturleggingar ímóti tapi av útlánum og ábyrgdum vóru 2,1 mió.kr. ímóti 3,3 mió.kr. í 2001. Norðoya Sparikassi sigur seg hava sum mál at reka ein varnan útlánspolitik, og í dag eru 3,9% [...] útlánunum og ábyrgdunum sett av ímóti tapi upp á skuldarar. Eginpeningurin hjá Norðoya Sparikassa er seinasta árið øktur við 20,7 mió.kr. og er nú 213 mió.kr. Gjaldføri hjá sparikasanum er sera gott, og solvensurin
Hann sigur, at allir skúlarnir í Norðoyggjum uttan skúlarnir í Fugloy og Svínoy nýta høllina. Og so barnagarðarnir og bústovnar eisini. Og ikki at gloyma Ægir, sum fer undir aftur venjingarnar, tá skúlarnir [...] Kári Kjelnæs, leiðari á Klaksvíkar Svimjihøll, og hann leggur aftur at, at tá eru skúlarnir og Ægir ikki við. Tí Ægir er ikki byrjað aftur at venja enn, og ikki so langa tíð eftir, at høllin lat uppaftur [...] ljósari inni og minni gangur. Ljóðviðurskiftini í svimjihøllini vóru út av lagi vánalig, áðrenn umbyggingina. Og tað hava óivað venjarar ella lærarar merkt avbera væl, tí at standa við kantin og tosa við ein
góðkenning fyri, at býráðið kann standa fyri byggingini, og soleiðis sleppa vit undan einum parti av meirvirðisgjaldinum, sigur formaðurin. Advokatar og revisorar hava orðað eitt uppskot um, hvussu hesin leisturin [...] MVG afturgoldið. Tað kann býráðið hinvegin, og tí er tað bíligari hjá teimum, sum byggja, at býráðið stendur fyri arbeiðnum. ? Vit bíða eftir svari frá Toll- og Skattstovu Føroya. Hon skal geva endaliga [...] leisturin skal síggja út. Væntandi fáa eigarafelagið og býráðið grønt ljós frá Toll- og Skattstovuni um at farast kann til verka. Ætlanin var upprunaliga, at eigarafelagið skuldi standa fyri byggingini
El-Service og Normek, og hava fyritøkurnar sjálvar valt, hvørji arbeiðsfólk skulu sendast avstað. Málskeiðið varar í tríggjar vikur, og er hetta eitt samstarv millum Agip og Robert Gordon University. [...] sum sagt frá fyritøkunum KJ Hydraulik, El-Service og Normek, og er talan um handverkarar, maskinmeistarar og sølumenn. Agip sponsorerar málskeiðið og setir pening í føroyska førleikamenning, sum bæði Agip [...] fíggjar. Føroysk starvsfólk vóru nevniliga í mai í ár á einum oljuplatformi, har tey vóru upplýst og víst kring platformin. Sostatt verða mong ymisk og fjølbroytt tiltøk fyriskipað í royndunum og fyrireikingunum
stovuni verða fleiri starvsfólk væntandi sett í starv í framtíðini, og tískil verður arbeitt uppá gamla prestagarðin, við tað at ov trongt verður í Tinganesi fyri Høgna Hoydal og hansara fólk. Tó er tað [...] er ætlanin nú at umvæla og endurnýggja gamla prestagarðin, so Løgmálaráðið kann nýta húsini at starvast í. Løgmálaráðið hevur í løtuni síni hølir í ovara partinum í Tinganesi, og hóast tað ikki er beinleiðis [...] húsini skulu vera liðug móti vári, og tá verða húsini eftir øllum at døma tikið í nýtslu av Løgmálaráðnum. Við tað at húsini eru sera gomul, verða, umframt timburmenn og handverkarar, eisini fornfrøðingar
innlánini er voksin við ávíkavíst 4,4 og 7,3%. Hetta er eisini í tráð við góðu gongdini í búskapinum og samfelagnum. Tað hevur merkt bankan, at útreiðslurnar til starvsfólk og annað eru voksnar so mikið, at teir [...] markna_inum fyri rentu- og gjaldoyratryggingarsáttmálar. Soleiðis hevði Føroya Banki í 1. hálvári 2002 ein vinning av vir_isjavnan uppá tilsamans 9 mió. kr. Eftir virðisjavnan og aðrar vanligar inntøkur [...] seinnu árini, og hetta hevur eisini verið høvuðsorsøkin til, at bankin hevur kunnað víst á ovurstór avlop. Tá roknskapurin fyri 2002 varð mett, at bankin nú var liðugur við afturføringar, og byrjast kundi
skjótt- og vælhugsandi og las bøkur við somu skjótu ferð. Hann hevði sum nevnt eitt gott minni, sum kom honum til gagns í arbeiðslívinum, og tá hann leitaði aftur í bókmentir og farnar hendingar og upplivingar [...] tá hann smíðaði og skrúvaði, og tá Marita og hann fyri ikki so ógvuliga langari tíð síðani innrættaðu sær húsini av nýggjum, var lagið gott. Og síðst í 80?unum tá ið javnaldrandi og yngru starvsfelagar [...] landsstýrinum, og hevði har um hendi málsøkini kommunumál, ídnaðarviðurskifti og havrættarmál og fekk tá høvi landsstýrisins vegna m.a. at luttaka á minniríkum havrættarstevnum í Venezuela og New York. Kári
sivilu og privatu fortíðina hjá politikarum, so sum Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur á Løgtingsskrivstovuni hevur víst á, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann hevur kortini merkt sær, at aðrir advokatar siga, [...] málið um fortíðina hjá Anfinni Kallsberg og Jørgeni Niclasen verður kannað av eini grein 19 nevnd, so kann hetta taka rættuliga langa tíð - kanska eini 2-3 ár, og tá er tað mesta farið av valskeiðinum ? [...] nevndarkanning kom til ta niðurstøðu, at løgmaður og Jørgen Niclasen høvdu gjørt okkurt kriminelt, so verður kanningin kortini bara løgd fyri tingið, og í tinginum hevur samgongan meiriluta. Tann meirilutin
at legionella nørist væl, har tað er heitt og vátt og trívist tí væl í vatnskipanunum við heitum vatni. Hon nørist best í hita ímillum 20 og 45 hitastig og trupulleikarnir standast ofta av, at hitin á [...] skuldu tey við hjarta- og lungnasjúkum og tey við veikari immunverju, ikki fara undir brúsu, fyrrenn trupulleikin var bastur. Tey skulu vaska sær við lappa frá hálsinum og niðureftir og omanfyri hálsin máttu [...] gerast hættisligur og tí vórðu beinanvegin tiltøk sett í verk fyri at fyribyrgja at fleiri fingu smittuna. Tó sigur embætislæknin í Keypmannahavn í eini leiðbeining til sjúklingar og starvsfólk á hotellinum