173 nýggj grundøki í Hoyvík

Í næstum fer Tórshavnar Býráð at biðja byggifeløg um tilboð uppá arbeiðið at gera klárt til 170 nýggjar bústaðir í Hoyvíkshaganum. Býráðið skal standa fyri arbeiðnum, so at húsaeigararnir sleppa undan einum parti av meirvirðisgjaldinum

Tórshavnar Býráð fer í næstum undir størstu útstykking í Føroya søgu. Klárt skal gerast fyri 173 nýggjum bústøðum í Hoyvík. Talan er um 130 vanlig grundøki, har eitt sethús verður á hvørjum. Síðani skulu 43 randarhús ella sambygd hús, sum tey eisini verða nevnd, byggjast afturat.

MVG
Rúni Leitisstein er formaður í eigarafelagnum Hoyvíkshagin Suður. Hann vónar, at byggifeløg kunnu fáa útbjóðingartilfarið sum skjótast, so at farast kann undir byggingina.
Eigarafelagið og býráðið hava ætlanir um at leggja byggingina soleiðis til rættis, at tað er býráðið, sum fer at standa fyri byggingini. Orsøkin til at tað ikki er eigarafelagið, sum stendur fyri byggingini, er, at eigarafelagið ikki kann fáa MVG afturgoldið. Tað kann býráðið hinvegin, og tí er tað bíligari hjá teimum, sum byggja, at býráðið stendur fyri arbeiðnum.
? Vit bíða eftir svari frá Toll- og Skattstovu Føroya. Hon skal geva endaliga góðkenning fyri, at býráðið kann standa fyri byggingini, og soleiðis sleppa vit undan einum parti av meirvirðisgjaldinum, sigur formaðurin.
Advokatar og revisorar hava orðað eitt uppskot um, hvussu hesin leisturin skal síggja út. Væntandi fáa eigarafelagið og býráðið grønt ljós frá Toll- og Skattstovuni um at farast kann til verka.
Ætlanin var upprunaliga, at eigarafelagið skuldi standa fyri byggingini, men tá tey varnaðust, at tey skuldu rinda fult MVG, vendu tey sær til býráðið og heittu á tað um at standa fyri byggingini.
Nú fær býráðið endurgoldið tríggjar fjórðingar av meirvirðisgjaldinum, og hetta kemur sum vera man sera væl við hjá teimum, sum hava ognað sær grundøki í hesi útstykkingini.

Øll seld
Øll tey 130 grundøkini eru longu seld, og eigararnir bíða nú eftir, at arbeiðið skal fara í gongd. Tey 130 grundøkini eru 300, 400 og 500 fermetrar til støddar.
Tey 43 randarhúsini eru enn ikki seld. Orsøkin til hetta er, at býráðið ikki hevur kunnað ásett ein fastan prís fyri húsini. Tí hava fólk ikki viljað bundið seg til at keypa húsini frammanundan.
Ætlanin er nú, at lata privatar byggiharrar um at byggja randarhúsini, og teir skulu síðani sjálvir syrgja fyri at selja tey. Lítil ivi er tó um, at eingin trupulleiki verður at sleppa av við tey, tá prísurin einaferð verður fastlagdur.
Enn er øki bara hagi, men skjótt verður tað ein býlingur. Tilboðið, sum byggifeløg fara at lata inn, umfatar gerð av vegi, gongubreytum, kloakk, streymi og telefonneti.
Tá hetta arbeiðið er liðugt, kunnu teir einstøku eigararnir av grundøkjunum fara í gongd við at byggja húsini.
Ætlanin er aftanfyri ta upprunaligu tíðarætlanina, men Rúni Leitisstein heldur tó, at projektið hevur gingið væl. Hann vísir á, at tað er umráðandi at loysa trupulleikarnar beinanvegin, heldur enn at koma í rasshaft av teimum seinni.