? Javnaðarflokkurin er sera ivasamur, um rætt er at seta eina grein 19 nevnd at kanna fortíðina hjá løgmanni.
Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins. Orsøkin er, at flokkurin ivast í, hvat tað næsta málið kann verða, sum verður lagt fyri eina grein 19 nevnd at kanna. Men hann skilir væl, at fjølmiðlarnir eru áhugaðir í eini slíkari kanning, tí tá koma øll skjølini á borðið.
? Vit ivast í, um tað er setningurin hjá ein grein 19 nevnd at kanna sivilu og privatu fortíðina hjá politikarum, so sum Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur á Løgtingsskrivstovuni hevur víst á, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann hevur kortini merkt sær, at aðrir advokatar siga, at málið um løgmann hevur so stóran almennan áhuga, at tað saktans kann verða umfatað av eini grein 19 nevndarkanning.
Jóannes Eidesgaard heldur tó, at sivila rættarskipanin er tann rætta at viðgera slík mál, og hann sær ein vanda í at byggja upp eina politiska skipan at kanna fortíð hjá politikarum.
Kann draga málið út
Onnur orsøk til ivan hjá Javnaðarflokkinum er, at ein grein 19 nevnd eisini kann brúkast til at tváa hendur við. Um málið um fortíðina hjá Anfinni Kallsberg og Jørgeni Niclasen verður kannað av eini grein 19 nevnd, so kann hetta taka rættuliga langa tíð - kanska eini 2-3 ár, og tá er tað mesta farið av valskeiðinum ? so um tingið hevur kunna livað við teimum so leingi, so er eingin orsøk til tá at koyra teir frá, heldur hann. Tí kemur ein slík kanning ikki til sín rætt.
Jóannes Eidesgaard vísir tó á, at um ein grein 19 nevndarkanning kom til ta niðurstøðu, at løgmaður og Jørgen Niclasen høvdu gjørt okkurt kriminelt, so verður kanningin kortini bara løgd fyri tingið, og í tinginum hevur samgongan meiriluta. Tann meirilutin sær størri í at sita við valdið, heldur enn at fremja rættvísi, so tá kann tað gera tað sama kortini, heldur hann.
Sláa garð um løgmann
Formaður Javnaðarfloksins sigur víðari, at Tjóðveldisflokkurin hevur sligið garð um løgmann. Treytin fyri at halda fram í samgonguni er, at Tjóðveldisflokkurin má liva við fortíðini hjá løgmanni, og tað ger hann eftir øllum at døma.
Jóannes Eidesgaard heldur, at tað einasta rætta, løgmaður átti at gjørt, var at reinsað seg sjálvan og løgmansembætið.
? Men tað ger løgmaður ikki. Hann spenti vøddar móti løgtinginum, og hann vann. Tórbjørn Jacobsen mátti krúpa til krossin, sigur Jóannes Eidesgaard, sum leggur afturat, at løgmaður eisini spenti vøddar móti sær í tinginum eftir ólavsøku.
? Hann vildi hava meg at reisa misálit móti løgmanni, men tað kunnu vit sjálvandi ikki gera, tá løgmaður hevur ein meiriluta av tinginum við sær. Tað hevði verið tað sama sum at givið løgmanni eina álitisváttan, og tað vilja vit ikki verða við til, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaður Javnaðarfloksin harmast um, at hetta málið ikki verður loyst. Hann heldur, at hetta gevur eitt sera ringt signal til eftirtíðina.
? Tað er harmuligt, at valdsharrarnir velja valdið, og at vit harvið fáa bananrepublikanskar tilstandir, heldur Jóannes Eidesgaard.
Men Jóannes Eidesgaard skilir sera væl fjølmiðlarnar, sum í hesum máli rættuliga renna pannuna móti múrinum, tí teir fáa ikki hendur á nørkum skjølum, alt er dult, og tað í sær sjálvum er misteinkiligt. Hann sigur, at varð ein grein 19 nevnd sett at kanna málið, so komu hesi skjølini fram.
Hann ber hetta saman við, at tveir blaðmenn í USA feldu Nixon, forseta, meðan tað í Føroyum als ikki ber til at koma til botns í einum so álvarsomum máli, sum skuldsetingarnar móti løgmanni eru.